Ætla undir aling á Sandi

Fyri meiri enn einum ári síðani, søkti Sandoy Seafood um loyvi at fara undir aling á Sandsvág. Men enn er onki svar komið

 

Økismenning


Stendur tað til menninar aftanfyri Sandoy Seafood í Sandoynni, verður skjótt farið undir aling í Sandoynni.

Í hvussu so er, er tað meiri enn eitt ár síðani, at Sandoy Seafood søkti Landsstýrið um loyvi at fara undir aling á Sandsvág.

Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, sigur, at teir royna alla tíðina at menna felagið.

? Og alivinnan er eitt ógvuliga áhugavert øki.

Hann heldur, at sleppur felagið undir aling, hevði tað verið ein stórur vinningur fyri tey bæði virkini í Sandoynni, tí so kunnu tey brúkast til at arbeiða laks í, tey tíðarskeiðini, tá ið lítil fiskur er at arbeiða. Og tað kundi ført til nógv størri virksemi á virkjunum í sambandi við kryvjing av laksi ávísar tíðir, o.s.fr.

Men hann vísir eisini á, at tað er væl hugsandi, at samstarv kann takast upp við Lido Seafood í Skálavík, so at alifiskur frá Sandoy Seafood eisini verður virkaður har.


Onki svar

Marner Lisberg sigur, at enn er onki endaligt svar komið frá Landsstýrinum.

? Tað gongur strilti at fáa loyvi frá Landsstýrinum til aling í Sandoynni.

Hann sigur, at orsøkin til at tað gongur so trekt at fáa aliloyvi frá Landsstýrinum, er, at lívfiskastøðin er í Skopun frammanundan.

? Landsstýrið heldur, at verður aling í Sandoynni, kann tað fara at darva virkseminum hjá lívfiskastøðini. Eitt nú verður stúrt fyri, at alingin kann smitta lívfiskastøðina við ymsum sjúkum og tað vildi verið óheppið.

Í hesum sambandi vísir nevndarformaðurin í Sandoy Seafood til nýggju avtaluna, sum er gjørd við ES.

? Eftir henni er taðloyvt at flyta livandi djór til Føroya.

Og hann hann spyr, hvar alifiskurin stendur í hesi avtaluni

? Er tað eisini loyvt at innflyta alifisk, er grundarlagið tikið undan lívfiskastøðini, tí hon varð júst bygd fyri at vit skuldu útvega okkara egna lívfisk

Men Marner Lisberg sigur, at alivinnan er avgjørt tann mest áhugaverda vinnan í løtuni. Tølini fyri alivinnuna tala fyri seg.

? Tað eru ymsar meiningar um smittuvandan við at hava eini alistøð á Sandsvág. Og vit mugu eisini staðfesta, at tað eru alibrúk bæði á Gomlu Rætt og undir Hestoy. Spurningurin er so, um smittuvandin í Skopun er størri frá aling á Sandsvág, enn hann er frá aling undir Hestoy og á Gomlu Rætt.

? Men tað kann í øllum førum ikki vera rætt, at sandoyingar skulu forðast í at fara undir aling, bara tí at tað almenna hevur lagt eina lívfiskastøð í Skopun. Blívur tað niðurstøðan, so at landsstýrið ikki vil geva aliloyvi á Sandsvág, eiga sandoyingar at fáa okkurt slag av endurgjaldi, heldur nevndarformaðurin í Sandoy Seafood.