– Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst at kalla Løgtingið saman við tí endamáli at samtykkja tey málini, sum ikki eru avgreidd í Løgtinginum. Tað heldur Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum roynir at fáa undirtøku fyri at kalla Løgtingið saman. Eitt endamál við tí er at fáa løgmann at útskriva løgtingsval nú, men vil hann ikki tað, vil hava Løgtingið at samtykkja eitt misálit á løgmann fyri at tvinga hann at útskriva val.
Men eitt annað endamál er at fáa Løgtingið at avgreiða nøkur av temum málum, sum lógu eftir, tá ið løgtingið fór í summarfrí, og sum sostatt fella burtur.
Men tað heldur Jørgen Niclasen er púra ábyrgdarleyst. Hann sigur, at tað liggja mál í Løgtinginum sum kosta onkustaðni ímillum eina hálva og eina milliard Í Løgtinginum, men sum ikki eru avgreidd, og hann heldur, at tað er púra ábyrgdarleyst at kalla Løgtingið saman at viðgera tey.
– Tað kemur ikki upp á tal, leggur hann afturat.
Hinvegin tekur Jørgen Nielsen undir við at Løgtingið verður kallað saman at útskriva løgtingsval, men hann hevur ikki stórvegis vónir um, at tað fer at eydnast.
– Støðan er tann, at vit hava eina samgongu, sum ikki er arbeiðsfør, men tíverri hava vit eisini eina andstøðu, sum heldur ikki er arbeiðsfør. Hann sipar til, at øll í andstøðuni hava ikki tikið undir við at fella samgonguna og tískil heldur hon fram, og løgmaður hevur gjørt av, at hann útskrivar ikki val fyrr enn á ólavsøku, og valið verður 31. august.
Men avleiðingin er, at vit sostatt liggja í stjórnarloysi, og tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst at halda hesa støðuna halda fram. Tí eigur løgmaður at útskriva nýval alt fyri eitt, sigur Jørgen Niclasen.