Tað er ein gøla, at samgongan ætlar at geva loyvi til, at skip kunnu avreiða 15 prosent av fiskinum uttanlands. Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, nú Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva skipum loyvi til at avreiða 15 prosent uttanlands.
Hann sigur, at hetta fer at raka virki um alt landið og avleiðingin verður, at fleiri fólk verða arbeiðsleys og mugu í ALS.
Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag spyr, hví samgongan skal gera korini hjá virkjum kring alt landið, verri og tí heitir hann á Løgingið um at fella uppskotið.
Føroya Arbeiðarafelag hevur verið í vinnunevndini í løgtinginum, har tey harðliga hava mótmælt ætlanini um at loyva skipunum at avreiða 15 prosent av fiskinum uttanlands.
Landsstýri sigur, at skip mugu sleppa at avreiða uttanlands, tí eitt veiðigjald skal ásetast og tí at virkini í Føroyum ikki fáa tikið ímóti øllum fiskinum.
– Veiðigjøld eru ikki fyri allan flotan og allan fiskiskap, og tað eigur at bera til at áseta rímilig veiðigjøld uttan at senda veiðina á útlendskar hendur, sigur hann.
Tað er ført fram, at tað kann vera ringt hjá virkjunum í Føroyum at taka ímóti svartkjaftinum, sum verður fiskaður í apríl og mai. Men Georg F. Hansen sigur, at tað ber til at laga veiðina til, so at skipini leggja so til rættis, at tað ikki verður ein trupulleiki at taka ímóti svartkjaftinum í apríl mánað og í mai mánað.
– Hetta ber til á aðrari veiðu hjá somu uppisjóvarskipum, so sjálvandi eigur hetta at lata seg gera um várið eisini, sigur hann.
– Báðar grundgevingarnar fyri at koyra skip uttanlands at avreiða, eru vánaligar, og eg skilji ikki, hví Jacob Vestergaard, og samgongan, eru so altráð eftir at skapa arbeiðspláss uttanfyri Føroyar, leggur hann afturat.
– Tey áttu heldur at fegnast um, at vit hava nøkur virki í Føroyum, og tey áttu at gjørt alt, tey eru ment fyri at tryggja rávørutilgongdina. Eg eri bangin fyri, at hetta fer at minka um inntøkurnar hjá arbeiðsfólki í fiskavinnuni á landi, og at fleiri noyðast í fiskavirkisskipanina í ALS, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Hann sigur, at fara skip at avreiða uttanlands, fer tað at raka nógv pláss kring landið
– Stórur partur av virkseminum uttanfyri miðstaðin er fiskivinna, og skulu vit varðveita arbeiðspláss, og tryggja livikor hjá fólki kring landið, er hetta ikki mátin, tvørturímóti, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.