Ætlar at loysa búfólk á stovnum úr óvirðiligari støðu

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fer nú at taka stig til at búfólk á teimum ymsu stovnunum kring landið ikki longur skulu missa pensjónina, men hon veit ikki um hon fær politiska undirtøku fyri tí

 Búfólk á teimum ymsu stovnunum kring landið, skulu ikki longur missa pensjónina.

Tað ætlar Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almananmálum

Í Løgtinginum hevur Bergtóra Høgnadóttir Joensen spurt landsstýriskvinnuna um hon ætlar at gera naka við tað mannminkadi støðu, sum fólk á ymsum bústovnum koma eru í, við tað, at pensjónin verður tikin frá teimum so at tey bara fáa 1000 krónur um mánaðin í lummapengum.

Hon vísti á, at Javni hevur mælt til tað sama.

Støðan er tann, at tey, sum búgva á sambýlum, fáa fyritíðarpensjón og rinda fyri innivist av pensjónini, men tey, ið búgva á psykiatrisku deild, og tey, sum búgva á bústovnum og ellis- og røktarheimum, fáa onga pensjón, men umleið 1000 kr. um mánaðin í lummapeningi.

Tó fáa tey, sum eru fylt 67 ár, undir øllum umstøðum, eisini útgjald úr Samhaldsfasta.

Rósa Samuelsen sigur, at hon hevur málið til viðgerðar beint nú og hon er samd í, at tað er mannminkandi, at vaksin fólk á stovnum, sambýlum, missa pensjónina.

Hon gjørdi eisini greitt, at hon ætlar sær at gera nakað við hesa støðuna.

Ein leyðslig meting vísir, at skulu øll, sum búgva á sambýlum, ellis- og røktarheimum og spykiatriskum deplum og øðrum bústovnum, varðveita pensjónina, fer tað at kosta landskassanum góar 10 milliónir krónur netto.

Hon fer í næstum at taka støðu til eitt ítøkligt uppskot um at lata tey varðveita pensjónina.

Hon miðjar eftir at fáa málið loyst, so at ein nýggj skipan verður sett í verk næsta ár.

Men hon legði kortini afturat, at spurningurin er um politisk undirtøka er fyri at fremja tiltøk, sum føra fleiri útreiðslur við sær og tí fær hon onki lova.