Nú er tíðin komin at privatisera bæði Fiskasøluna og Fiskavirking aftur.
Tað heldur nevndin í Framtaksgrunninum.
Framtaksgrunnurin eigur allan partapeningin í teimum báðum størstu vinnuligu fyritøkunum í føroyum í høvuðsvinnu okkara.
Men í ársfrágreiðingini hjá grunninum, staðfestir hann, at tey fíggjarligu úrslitini hjá teimum báðum dóttirfeløgunum eru nú so mikið fræg, at tað er rætt at fara at arbeiða við møguleikanum at privatisera tey.
Bæði feløgini høvdu yvirskot í fjør.
Fiskasølan hevði ein umsetning uppá 788 milliónir í fjør.
Úrslitið hjá Fiskasøluni í fjør var eitt yvirskot upp á 16 milliónir eftir skatt. Men av teimum, eru 11 milliónir vinningur, sum fiskasølan fekk burturúr at selja húsið Yviri við Trond. Eginognin var góðar 48,4 milliónir.
Tað arbeiða 41 fólk á Fiskasøluni.
Fiskavirking hevði ein umsetning uppá 558,6 milliónir.
Úrslitið hjá Fiskavirkin í fjør var eitt yvirskot uppá 18,2 milliónir eftir skatt. Avlopið av sjálvum rakstrinum var 16,3 milliónir.
Tann 31. desember í fjør var eginognin hjá Fiskavirking 72,5 milliónir.
564 fólk arbeiða í Fiskavirking.
Somuleiðis vænta bæði feløgini at fáa yvirskot aftur í ár.
Nevndin í Framtaksgrunninum er greið yvir, at eitt einsamalt gott ár er eitt nakað veikt grundarlag hjá privatum íleggjarum at meta út frá.
Men hon heldur kortini at tað er rætt at arbeiða við eini privatiseringsætlan við tí m væntaða, góðum úrslitinum í ár í huga.
Endamálið við Framtaksgrunninum er at seta pening í nýggjar verkætlanir, ella at seta pening í virki fyri at víðka virksemið í fyritøkum, eisini fyritøkum, sum hava verið fyri týðandi umskipan, ella skuldarumlegging.
Tá ið hesar vísa seg at vera burðardyggar, skal grunnurin selja framdar íløgur aftur.
Í fjør seldi Framtaksgrunnurin síni partabrøv í einari fyritøku.
Tað vóru partabrøvini í Miðalbergi í Vági, sum eigur nótaskipið Saksaberg.
Íløgan var uppá 2,15 milliónir og hon varð seld aftur fyri 3,8 millión.
Og tað heldur Framtaksgrunnurin var ein nøktandi vinningur.