Útlendingamál
Uppá minni enn ein tíma, avgreiddu Høgni Hoydal, varaløgmaður, og danski útlendingamálaráðharrin, Bertel Haarder, spurningin um, hvussu farast skal fram, tá ið umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi koma frá útlendingum, sum vilja til Føroya at arbeiða.
Allar umsóknir skulu í framtíðini avgreiðast í Føroyum, og embætisfólk í Danmark og Føroyum fara beinanvegin í gongd við arbeiðið at yvirtaka sjálvt málsøkið. Er semja um tað í Føroyum, so kann málsøkið yvirtakast um góð tvey ár saman við løgregluni og dómsvaldinum. Flóttafólkapolitikkurin eigur hinvegin at bíða eftir fullveldistøkuni, heldur Høgna Hoydal.
Higartil hevur løgreglan í Føroyum tikið støðu til allar umsóknir, sum hava við oljuvinnu at gera, meðan allar aðrar umsóknir eru viðgjørdar niðri í Danmark hjá Útlendingastýrinum. Hetta hevur mangan verið ein tung mannagongd, og í summum førum hevur tað tikið sjey mánaðir hjá einum útlendingi at fáa avgreitt umsóknina.
Hetta skal í framtíðini ikki taka meira enn tvær vikur. Og nú verður tað løgreglan, sum tekur sær av øllum umsóknum ? teimum ið viðvíkja oljuvinnuni og øllum øðrum vinnum.
Lættir um
Høgni Hoydal er sera vælnøgdur við fundin við danska útlendingamálaráðharran. Fundurin gekk betur enn væntað, og eingin ósemja var teirra millum um umrøddu spurningarnar.
- Vit høvdu ikki sitið í væl meira enn 15 minuttir, so vóru vit samdir um, at løgreglan skal sleppa at taka sær av øllum umsóknum, og vit vóru samdir um at seta embætisfólk at skipa fyri yvirtøkuni av málsøkinum, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at tað fer at lætta munandi um, at løgreglan í Føroyum nú skal taka sær av arbeiðs- og uppihaldsloyvunum. Í fjør komu omanfyri 600 umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Nakrar komu til løgregluna ? tær sum høvdu við oljuvinnu at gera ? meðan allar hinar fóru til danska Útlendingastýrið. Hvussu nógv arbeiðsloyvi vórðu játtaði, veit Høgni Hoydal kortini ikki, tí føroyskir myndugleikar fáa ikki at vita frá Útlendingastýrinum, um ein umsókn fær játtandi ella noktandi svar.
- Tí vita vit í veruleikanum ikki, hvussu nógvir útlendingar komu inn á føroyska arbeiðsmarknaðin í fjør. Vit hava ikki fingið tølini, og hava sostatt ikki haft nakað stýr á gongdini. Men tað fáa vit nú, tá ið løgreglan fær málini um hendi. Nú fer at bera til at siga, hvar tørvur er á arbeiðsmegi, og hvar eingin tørvur er, og soleiðis kunnu vit stýra talinum á inn- og útferðum, sigur varaløgmaður.
Fyribils loysn
Tá skal embætismannabólkurin, sum fyrireikar yvirtøkuna av løgregluni og dómsvaldinum verða liðugur, og av tí at málsøkini eru tætt knýtt at hvørjum øðrum, er best, at alt verður liðugt í senn. Síðani skulu málini viðgerast í løgtinginum og í ávísum førum í Fólkatinginum, og alt tað praktiska fáast uppá pláss.
- Eg veit ikki, hvussu drúgv tíð gongur, men um ongar politiskar forðingar eru í vegin, og ein komandi samgonga tekur undir við tí, so er ikki óhugsandi, at alt kemur á føroyskar hendur 1. januar 2004, sigur Høgni Hoydal.
Flóttafólkamálini
eiga at bíða
Ikki fyrrenn Føroyar eru fullveldi, eigur flóttafólkapolitikkurin at koma á føroyskar hendur, heldur Høgni Hoydal. Orsøkin er, at flóttafólkapolitikkurin er eitt sera fløkt og stórt øki, sum í høvuðsheitum er stýrt av altjóða sáttmálum millum sjálvstøðug lond. So leingi Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land, verður trupult at seta í verk ein føroyskan flóttafólkapolitikk, sum eins og í øðrum londum er stýrdur av lóggávu, sum tekur støði í altjóða sáttmálum.
Ein veruligur flóttafólkapolitikkur krevur eisini, at vit í Føroyum hava eina veruliga tilbúgving, sum kann taka sær av flóttafólkunum. Tað hava vit ikki í dag, og hon tekur nakað av tíð at byggja upp, vísur Høgni Hoydal á.
Embætismannabólkurin, sum verður settur í næstum, skal kortini viðgera og kortleggja spurningin, so Føroyar verða til reiðar at yvirtaka og seta flóttafólkapolitikkin í verk, tá ið tann tíðin kemur.
Eins og við øllum øðrum yvirtøkum, sum liggja frammi í tíðini, eru hesar, sum Høgni Hoydal og Bertel Haarder nú eru samdir um, eisini treytaðar av, at ein komandi samgonga tekur undir við teimum. Er undirtøka ikki fyri teimum, kunnu ætlanirnar hjá Høgna Hoydal lættliga bresta.