Útlendingamál yvirtakast beinanvegin

Annika Olsen, landsstýriskvinna, ætlar, at útlendingamál skulu yvirtakast beinanvegin Innan eitt ár eru útlendingamál føroyskt málsøki.

Tað segði Annika Olsen, landsstýriskvinna, tá Løgtingið í gjár hevði spurnarorðaskifti.

Undir orðaskiftinum varð víst á, at í áravís hava søgur verið um útlendingar, sum eru komnir illa fyri í Føroyum, og tingmenninir Kári P. Højgaard og Sjúrður Skaale kundu siga frá, at fólk javnan venda sær til teirra við trupulleikum á útlendingaøkinum.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, sigur, at hon ætlar at yvirtaka útlendingamálini beinanvegin - uttan at dagføra lógina fyrst ella smíða nýggja lóggávu.

Kelda: Kringvarp Føroya