Útlendingamálið

Gestur Hovgaard og Heini í Skorini

Í mikudagssosialinum er samrøða hjá Heina í Skorini við Gest Hovgaard
um málið við útlendskum ítróttarfólkum í Føroyum.

Gestur hevur yvir fyri Sosialinum víst á sína ónøgd, tí hann heldur greinin við síni uppseting fær eina óneyðuga eksponering, har sakligi parturin av henni missir sítt virði. Vit hava tosað um hetta, og eru vit samdir um:
1) at Gestur ikki úttalaði seg sum »samfelagsfrøðingur«, men sum formaður í einum ítróttarfelagi.
2) at orðið »tápuligt« ísv. uppskotið hjá Innlendismálaráðnum er ein misskiljing okkara millum.
3) at greinin átti at verið send til viðmerkingar hjá Gesti, so at sloppið varð undan áðurnevndu misskiljingum.

Greinin hevur - saman við øðrum viðmerkingum í fjølmiðlunum - ført við sær, at Innanlendismálaráðið hevur sent út tíðindaskriv um málið. Vit vilja gjarna gera greitt, at greinin á ongan hátt leggur Innlendismálaráðið undir at geva útlendingum skuldina fyri nakað arbeiðsloysi í Føroyum.
Við hesum leggja vit nevndu grein afturum okkum.