Útlendingar avvístir

Tríggir menn av afrikanska meginlandinum sluppu ikki í land, tá ið Norrøna sunnukvøldið kom á Havnina, tí teir høvdu ikki kravdu pappírini.

Meðan Norrøna var á veg til Føroya, frætti kriminalpolitiið um teir tríggjar menninar, og skiparin varð biðin um at seta menninar í brummuna, fyri at tryggja, at tað bar til at koma í talu við teir beinanvegin, sum Norrøna legði at.

Tveir av monnunum vóru úr Marokko og tann triði algeri, og teir høvdu ætlað sær víðari til Íslands.

Teir vóru komnir úr Spania, og kriminalpolitiið fekk tað fatan, at hasir hava verið millum tey afrikansku flóttafólkini í Spania. Helst hava teir droymt um eitt frægari lív í Íslandi.

Skipið fekk boð um at hava menninar sitandi í brummuni, til Norrøna varð komin eitt petti úr Føroyum, fyri at teir ikki skuldu gera nakra roynd at leypa fyri borð.

Okkurt menniskjaligt mistak varð gjørt, tá ið menninir sluppu umborð á Norrønu í Hirtshals. Tað fer Smyril-line nú at kanna.