Bogi Eliasen
cand.scient.pol
?????
Vit eru eitt lítið avbyrgt samfelag mitt úti í Atlantshavið og hava ikki havt munandi tilflyting av útlendingum ella fremmandum nógvu seinastu árini. Tó so, fólk hava ikki altíð búð her og niðursetingarnar eru so fólk, íð hava flutt higar.
Einsháttaða fólkasamanseting
Í mun til flestu lond í heiminum er Føroyar einsháttaðar, skilt soleiðis at her býr í høvuðsheitinum eitt fólkaslag, føroyingar, og millum 1 og 2% av fólki uttanífrá. Men beinleiðis minnilutafólkaslag hava vit ikki. Útlendingamál hevur javnan verið frammi seinastu árini av ymsum orsøkum. Nú seinast hava trupulleikar av umseting elvt til orrustu, men annars eru tað uppihaldsloyvir, sum í onkrum hami elva til kjak og fyri góðum árið síðan var tað spurningurin um útlensk ítróttarfólk kundu fáa framíhjárætt til arbeiðs- og uppihaldsloyvi, nú arbeiðsloysið var komið.
Útlendingar valrætt?
Kate Sanderson vísir í tinghellukronikkini á, at av útlendingum hava bert norðulendingar rætt at velja á kommuvalum. Í m.a. hinum norðanlondunum sleppa útlendingar at atkvøða við lokalval og hetta mátti eisini verið sjálvsagt í Føroyum. Kate vísir eisini á, at neyðugt er bert við einari broyting í lógartekstinum, nevniliga at broyta orðið norðurlendskir til útlendskir. Her verður eisini víst á altjóða sáttmála, sum skal tryggja at útlendingar kunnu taka lut í lokaldemokrati, og sum lond vit vanliga vilja samanber-ast við, hava sett í gildi..
Fløkt málsøki
Útlendingaøkið er tó eitt fløkt øki hjá okkum. Málsøkið er danskt, men vit hava ikki sett allar reglur í verk, sum eru gald-andi í Danmark. Togan hevur verið aftur og fram um, hvør hevur veruliga valdið, m.a. hava fólk í danska útlendingastýrinum víst á, at tey taka innstillingar úr Føroyum til eftirtektar, meðan tað úr Føroyum hevur verið roynt at skumpa ábyrgdina á danir.
Trupulleikin her er, at vit hava eitt heilt annað samfelag enn tað danska, og tí hóskar danska lóggávan sera illa til okkara viðurskifti, umframt at málsvið-gerin tekur langa tíð. Annar trupulleiki er, at vit ikki kunnu veita nakran føroyskan ríkisborgararrætt, hann er tann danski, við teim krøvum sum hartil hoyra. T.d. at umsøkjari skal duga danskt. Hví skal ein útlendingur, sum býr í Føroyum og ætlar sær at vera verðandi her, prógva síni kynstur í donskum fyri at fáa ríkisborgararætt sum síðan tryggjar honum fulla luttøku í føroyska samfelagnum?
Valið í Hovi
Á kommunuvalinum í 2000 hendi tað, at ein norðurlenskur útlendingur stillaði upp til val, men hetta bleiv ógildað, tí tá høvdu norðurlendingar bert valrætt ikki valbæri. Og hóast eingin ivi tóktiskt um, at talan var um eitt mistak og ætlanin allatíðina hevði verið, at val-rættur og valbæri skuldu fylgjast, bleiv lógarinnar bókstavur fylgdur og valið av íslending-inum Margrét Jóhannsdóttir ógildað. Veljast skuldi síðan av nýggjum í Hovi. Síðan tá er lógin broytt, soleiðis at norðurlendingar eisini kunnu stilla upp. Her kann ein aftaná bert undrast á, hví ein lóggávufeilur skal ógilda valið, tá tað er í andanum í lógini. Hetta er tó ein spurn-ingur um at hava eina serliga formalistiska skipan, har skriv-aða orðið er tað einasta rætta, ella eina minni formalistiska, har andin og ætlanin í lógum vigar meira í mun til mistøk. Men hví kunnu bert norðurlendingar, og ikki útlendingar í heila tikið hava valrætt og valbæri til kommunu-val? Semja er í flestu londum vit samanbera okkum við, um at fastbúgvandi útlendingar hava valrætt til lokalval, meðan tað ikki altíð er so til tjóðartingið. Ein partur av altjóðagerð er at hava eitt opið samfelag,har pláss eisini er fyri útlendingum, sum eisini verða tryggjaðir og Strassbourg sáttmálin hesum viðvíkjandi frá 1992, mælir til at útlendingar fáa møguleika at luttaka í lokaldemokratinum. Um vit krevja, at útlendingar skulu tillaga seg okkara samfelagi tá teir koma her, er tað ein sjálv-sagdur partur, at útlendingar eisini fáa rætt at luttaka í lokaldemokratinum og soleiðis gerast ein nátúrligur partur av samfelagslívinum. Teir gjalda t.d. skatt.
Valbæri og valrættur
Júst at loyva norðurlendingum meira enn øðrum, skal helst skiljast í tí høpi, at vit hava meira skipað samstarv við norðanlond. Men um hetta kann brúkast sum grundgeving fyri, at einans norðurlenskir ríkisborgarar kunnu sleppa á kommunuval og at stilla upp, kann tykjast nakað ivasamt. Sum sagt er semja í grannalondum okkara um, at fastbúgandi útlendingar sleppa at luttaka. Her eiga vit at taka okkum fyrimunin av at vera eitt lítið samfelag, sum eisini javnan hevur tørv á útlendingum til ávísar uppgávur og geva teim útlendingum sum eru her, teirra náttúrligu møguleikar og rætt-indi. Sjálvt um tað er ynskiligt, so hava vit ikki orkuna til at fara í samráðingar til tess at tryggja, at útlendingar vit geva sømdir, í sínum heimlandi skulu geva føroyingum somu sømdir. Her skulu vit fyrst hugsa um, at fáa viðurskiftini í Føroyum ílagi og virðilig. Útlendingar hava ofta nógv at geva, men tað krevur at teir eisini sleppa framat. Spurningurin er um føroyski hugburðurin er klárur til tað.
Eg havi nakrar ferðir víst á, at vit ikki eru serliga opin fyri útlendingum. Seinasta Løgtingsval hevði hug at lata orðavalið gerast í so harligt, og víst var til teir trupulleikar sum ávís grannalond hava. Í Føroyum síggja vit nakrar bólkar av útlendingum, sum búgva her. Fysti bólkurin og tann sum hevur lættast við at fella til, eru makar sum giftast føroyingum. Her gerast tey umvegis føroysku familjuna tey hava gift seg inn í, loyvdur partur. Strævnari er tað hjá útlenskum pørum og einstaklingum, sum koma hendavegin. Tey skulu prógva sína dygd, sum kann verða serstakt arbeiði, ítrótt ella trúðabólk, fyri at góð-kennast. Tey hava ikki familjubygnaðin at fella aftur á. Men hesi, líkamikið hvussu tey klára seg og kanska styrkja um før-oyska samfelagið, sleppa ikki at velja, heldur ikki til kommunuval. Vit krevja at tey virða okkum og okkara virðir, men vit loyva teim einki, um tey av tilvild ikki eru norðurlenskir ríkisborgarar. Er tað rímiligt? Mítt svar er nei, og hetta krevur bert ein lítla broyting, nevniliga at norðurlenskur verður útskift við útlenskur í lógini.
Útlendingafelag
Tiltøk verða fyriskipaði, sum skulu vísa okkum á útlendingar og útlendskar mentanir í Føroyum. Hetta er kanska fyrsta tekin um, at alt ikki er nóg gott. Og vildi tað verið ov langt at farið, at givið útlendingum í hvussu so er valrætt og møguliga valbæri til Løgtingið, um teir nú høvdu búleikast her í t.d. 10 ár? Vit hava jú trupulleikan, at vit ikki eiga ríkisborgararættin og kunnu tí ikki av eintingum geva útlendingum í Føroyum ríkis-borgararætt. Um nakar hevði dreymir um at geva ørkymlaðum flogvitum sum Bobby Fisher ríkisborgararætt, so ber tað ikki til við verðandi skipan. Her kann leggjast afturat, at Europaráðið hevur hartað Danmark fyri mannagongdina at geva útlendingum ríkisborgarsskap. Í Dan-mark verður fyrst tilmælt frá avvarðandi myndugleika og síðani staðfest í lóg. Tað er danski parturin við at ríkisborgararættur skal gevast við lóg, sum verður kritiserað.
Vit hava aðrar trupuleikar av útlendingarøkinum
Við yvirtøkulógini tykist greitt, at vit kunnu yvirtaka útlendingaøkið, um vit hava hug, men vit kunnu ikki yvirtaka ríkisborgararættin ella innføðsrættin. Um hugur er at yvirtaka útlendingaøkið, tykist tó ivasamt. Hetta er eitt trupult málsøki, har kenslur ofta seta krøv, og so er kanska lættari at lata onnur taka hesar truplu avgerðirnar. Hugsa bara um ákoyringarnar Jógvan við Keldu hevur fingið. Hinvegin er gjørligt at býta innfødsrættin upp, soleiðis at vit fáa ein Før-oyskan/Ríkisfelagsskaps inn-fødsrætt. Eitt av krøvunum hevði tó verið at funnið fram til, hvat ein føroyingur er og soleiðis sett tær treytirnar upp. Tað er alt annað enn einfalt, men hóast alt eitt arbeiði øll lond gera. Sigast kann, at okkara tørvur og krøv í útlendingamálum, als ikki kann samanberast við støðuna í Dan-mark Vit hava ikki fyri neyðini at hava so strangar lógir, heldur hinvegin hava vit tørv á at fáa útlendingar inn í landið, serliga um vit skulu verða fremstir á ávísum økjum. Tí kundi tað verið hent at havt eina skipan til okkara viðurskifti. Hetta átti t.d. eisini at verið medvirkandi til skjótari málsviðger, men tað er als ikki vist. Málsøkið skal bert yvirtakast, um vit vilja nakað við tí, og um tann viljin er til staðar í løtuni, er hann ringur at síggja. Higartil tykist politiskin viljin bert at vilja broyta rættin hjá útlendinum at velja og stilla upp til kommunuval, bert at verða til staðar, um so at aðrar broytingar eisini skulu gerast. Hetta er ov lætt. Sjálvsagt skulu útlendingar hava rætt til at verða partur av lokaldemokratinum, og tá talan bert er um at skula broyta tað eina orðið, so skuldi tað verða gjørligt.