Útlendingar skulu ikki sleppa í hagan í Føroyum uttan at tey eru tryggjað

Løgtingsfólk halda ikki, at føroyska bjargingartænastan skal misbrúkast til at leita eftir útlendskum ferðafólkum, sum koma sær í óføri

Útlendsk ferðafólk skulu ikki sleppa í fjøllini uttan so at tey eru tryggjað. Tað halda fleiri løgtingslimir. Løgtingið hevur viðgjørt spurningin um, hvussu nógv tað skal kosta útlendskum ferðafólki at ferðast í Føroyum og í hesum sambandi arbeiðir landsstýrið við eini ætlan um, at hava ymiskar prísir á ferðaseðlum, har ein prísur verður galdandi fyri føroyingar, men har útlendsk ferðafólk skulu rinda nógv meiri fyri ferðaseðilin.

 

 

Les meiri um tað her: Nú verður nógv dýrari hjá útlendingum at ferðast í Føroyum

 

 

 

Men í hesum sambandi nýttu fleiri løgtingsfók høvi til at nevna tær keðiligu støður, har útlendsk ferðafólk hava gingið seg í óføri í fjøllunum. Hvørja ferð, tað hendur, má bjargingartænastan til verka at leita, bæði við fólki, hundum, bátum og tyrlu, og tað er ikki bíligt.

 

Tí halda fleiri løgtingsfólk, at útlendsk ferðafólk eiga ikki at sleppa í hagan yvirhøvur, uttan so, at tey eru tryggjað, soleiðis at bjargingarliðini fáa endurgjald fyri at leita eftir, og bjarga, teimum, skuldi tað hent, at tey koma í neyð.

 

Hesa áskoðan hava bæði Annita á Fríðriksmørk í Tjóðveldi, Kári P. Højgaard í Sjálstýri og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum. Tað kann ikki era rætt, at tann almenna føroyska bjargingartænastan, sum skattgjaldarin rindar fyri, skal brúkast, ella misbrúkast til at leita eftir útlendskum ferðafólki, sum onkur teirra tók til.

 

Jógvan Skorheim, tinglimur fyri Sjálvstýri, heldur, at útlendingar, sum koma til Føroya, eiga at rinda ein ferðafólkaskatt, tá ið tey koma, og tann skatturin skal so brúkast til ymsar útreiðslur, ið standast av teimum, eitt nú at gera ábøtur á bygdagøtur, og annað.

 

Hinvegin tekur Jørgen Niclasen ikki undir við, at ferðafólk skulu rinda ferðafólkaskatt fyri at koma til Føroya tí hann heldur, at tað er bara eitt annað slag av tilfeingisgjaldi.

 

Hann heldur eisini, at tað kann fáast tey at setast aftur, og lata vera við at koma til Føroyar, og so missa vit allar inntøkurnar. Hann heldur ístaðin, at vit skulu duga betur at taka pengar fyri tær tænastur, ferðafólkini keypa, ímeðan tey tey her.

 

Annars umrøddi Løgtingið síðsta summar, hvat tað í roynd og veru kostar samfelagnum at leita eftir útlendsum ferðafólkum, sum kom í neyð í Føroyum. Spurningurin er so um støðan er broytt síðani. Men tað kanst tú lesa meiri um HER