Búskapartrupulleikarnir í nógvum londum hava millum annað havt við sær, at nógvir fiskimenn hava mist arbeiðið, og nógvir teirra spyrja seg fyri um at sleppa við norskum skipum. Sambært heimasíðuni kystogfjord.no hava norsk útgerðarfeløg ongantíð fingið so nógvar fyrispurningar úr útlondum sum nú.
Heimasíðan skrivar, at fyrr var tað so, at onkrir føroyingar og íslendingar vóru við norskum skipum, men tey seinastu árini hava menn úr Svøríki, Eysturevropa, Spania og Grikkalandi fingið kjans. Reiðarin á frystitrolaranum Ramoen sigur, at hann fær minst 20 fyrispurningar úr útlondum um vikuna.
Tað er ikki bara arbeiðsloysið í øðrum londum, sum fær menn at leita sær kjans við norskum skipum. Ein onnur orsøk er inntøkan, skrivar norska heimasíðan.