VB/Sumba og Royn hava hildið á við samráðingum um at samstarva, sjálvt um TB takkaði nei í fyrstu atløgu. Bogi Mortensen, nevndarlimur í starvsnevnd, fíggjarnevnd og samstundis samskipanarleiðari, væntar, at greiða fæst á málinum komandi tvær vikurnar. Bogi sigur eisini at útlendingarnar í felagnum fara allir heim eftir kappingarlok, og ógreitt er, hvør leistur verður nýttur til at byggja nóg sterkt lið, so teir megna uppflyting aftur til bestu deildina.
- Ogor fara at tosa við málmannin Vlada Filipovic um leingjan av sáttmálanum og annars fer tíðin at vísa, hvat gjørt verður. Fyrst og fremst verður bíðað eftir hvat kemur burturúr samráðingunum við Royn, og so verður avgjørt hvat gerast skal, sigur Bogi Mortensen, og leggur afturat, at skilabest hevði verið, at havt eina stammu á liðnum, ið var úr oynni, og at man fekk tað upp at koyra, áðrenn man hugsar um styrk uttanífrá.