Útlendsk skip tryggja Havsbrún rávøruna

Hóast útlitini til rávøru í ár ikki eru serliga bjørt hjá Havsbrún í Fuglafirði, hevur tó higartil í ár gingið heldur betri at fingið fisk, enn roknað hevði verið við. Men tað eru ikki føroysk skip, sum hava tryggjað Havsbrún ein einasta sterk í beinleiðis landing

Fiskivinna

Nú februar fer at verða hálvrunnin, hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti umleið 13.000 tons av ráfiski. Størsti parturin av hesi nøgd er havgøltur, sum tvey systirskip úr Írlandi hava landað til virkið. Hesi somu skip vórðu eisini dyggasta grundarlagið undir ráfiskatilgongdini hjá Havsbrún alt seinasta ár. Tey plaga at koma við umleið 2500 tonsum tilsamans hvørja ferð, og nú koma tey á fjórða sinni á Fuglafjørð í ár. Hesi skip eru soleiðis vorðin høvuðsveitari av ráfiski til Havsbrún. Men við tað, at veiðan er havgøltur, sum er eitt lutfalsliga nýtt fiskaslag í framleiðsluni hjá virkinum í Fuglafirði, fæst ikki tað sama úr hesum fiski, sum úr øðrum kendum pelagiskum fiski.
Innihaldið av teimum góðu evnunum, sum skulu til í slíkari framleiðslu, er ikki hitt sama.
Aftrat nøgdunum, sum írsku skipini eru komin við í ár, hava norskir bátar higartil í ár eisini lyft undir ráfiskatilgongdina hjá Havsbrún.
Nøkur norsk skip hava soleiðis fyrst landað lodnu í Fuglafirði, og nú eru tey á Fuglafirði við svartkjafti.

Bert útlendingar
Hartvig Joensen sigur, at tvey norsk skip soleiðis eru á Fuglafirði í dag, og mánadagin koma so írarnir aftur á fjórða sinni í ár.
- Taka vit tølini við, sum landað verða í dag og veiðina, sum írsku skipini koma við mánadagin, fer samlaða ráfiskanøgdin hjá okkum higartil í ár at liggja um 20.000 tons. Tað er meiri, enn vit høvdu roknað við, tá árið byrjaði.
Hann sigur, at útlitini í ár ikki er nakað serlig, og tá virkið um nakrar dagar hevur tey fyrstu 20.000 tonsini, er hetta umleið 25% av ráfiskinum, sum tey høvdu sett sær vónir um at fáa.
Spurdur, um føroysku skipini hava lagt nakra last upp í Fuglafirði higartil í ár, sigur Hartvig, at tað hava tey ikki.
- Vit hava fingið nøkur fá tons úr Kollafirði, sum Jupiter legði upp har. Talan var um eini 20 tons. Nakað er eisini komið haðani av slógvi. Síðan hava vit fingið tað, sum smáu deksførini hava fiskað av brislingi. Eingin verulig føroysk ídnaðarlanding hevur verið á Fuglafirði higartil í ár, sigur Hartvig Joensen.