Á útlendskar hendur

Oddagrein

Eitt nýtt tíðarrák eyðkennir støðuna í føroyska vinnulívinum. Hetta rák merkir, at stórar og týðandi føroyskar fyritøkur fara á útlendskar hendur. Hetta rák er vælkent uttanlands, har fyritøkur og virki støðugt skifta ánara. Seinastu árini hava eitt nú amerikanskar fyritøkur keypt upp stórar partar av danska vinnulívinum.

Eitt tílíkt rák er í sjálvum sær hvørki gott ella ringt. Kapitalurin hevur einki føðiland, segði gamli Marx, sum vit ikki hoyra so nógv til fyri tíðina. Hetta nýtist ikki at merkja, at hann er úti. Hann kemur heilt vist inn aftur á politiska leikpallin, áðrenn nakar varir. At kapitalurin einki føðiland hevur merkir sjalvsagt, at privatur íløgupeningur fer har, sum hann gevur mest av sær til eigaran. Her eru vit við nakað áhugavert og kanska við nakað, sum er sermerkt og øðrvísið við Føroyum. Føroyar eru helst eitt sindur øðrvísið við tað, at nógvar av teimum gomlu og sera vælkonsolideraðu fyritøkunum altíð hava sýnt eina serstaka ábyrgd mótvegis arbeiðsfólki, sjófólki og medarbeiðarum sum heild. Hetta hevur verið mestsum eitt serføroyskt fyribrigdi. Óneyðugt er at nevna nøvn í hesum sambandi. Sum dømi um hetta kunnu vit nevna, at vanligt var, at fólk, ið sum ung komu at starvast hjá hesum fyritøkum, ofta vóru verandi fyri alt arbeiðslívið.

Vit uppliva nú nakað annað. Stórar og vælskipaðar gamlar fyritøkur fara á útlendskar hendur. Hetta vil oftast siga tað sama sum íslendskar hendur. Vit uppliva sostatt, umframt mentanarimperialismu úr Danmark, eitt slag av friðaligari búskaparimperialismu úr útnorði. Hetta kunnu vit einki gera við. Okkum kann dáma hetta rák ella ikki dáma tað. Vit fáa einki gjørt við tað! Kapitalur, vørur og arbeiðsmegi hava nú frítt at fara um at kalla alt Europa og harvið eisini í útnorði. Spurningurin er bert, hvussu hetta rákið fer at ávirka samfelagið sum frálíður. Fer alt at vera sum fyrr? Fer hetta at gagna føroyskum vinnulívi ella fer hetta rák at drena føroyskt vinnulív fyri penng, orku, áræði og trivnað? Svarið blæsir í vindinum, og bert framtíðin kann geva svarið. Tó eru longu nú tekin í sól og mána til, at broytingar eru á veg og at brátt er einki, sum tað var, tá tær stóru og gomlu familjufyritøkurnar vóru á føroyskum hondum. Hvør, ið vinnur og hvør, ið tapir í hesi gongd, vil tíðin vísa.