Í farnu viku boðaði Atlantic Airways frá, at felagið seinasta í hesum mánaðinum fer at leggja eitt met-úrslit fyri aðalfundin.
Samlaða úrslitið hjá felagnum var fyri 2004 14,2 mió kr. Í fjør var hetta 9,7 mió kr., og hetta er sjálvandi nakað, sum tey í felagnum gleðast um.
Magni Arge, stjóri, vil ikki gera nakrar ítøkiligar viðmerkingar til roknskapin, fyrr enn hesin er lagdur fyri aðalfundin, men hann vísir enn einaferð á generellu positvu menningina, sum felagið tykist vera í.
- Tað sær sjálvandi hampuliga skilagott út, tá vit kunnu koma við einum góðum yvirskoti, og ikki minst fegnast vit um, at tað hevur borið til at fáa meir-inntøkur úr útlandinum. Taka vit charter-túrar uttanlands og vanligar ferðaseðlar, sum verða goldnir av útlendingum, so er útlendski parturin av umsetninginum um 1/3 av samlaða umsetinginum. Og hetta hevur sjálvandi við sær, at vit eru minni sárbærir mótvegis sveiggjum í føroyska búskapinum.
Fyri stuttum varð boðað frá, at Atlantic hevur útbygt samstarvið við norska Aker Stord, sum tey nú í gott ár hava samstarvað við, at ikki minst fegnast Magni Arge um hesa avtaluna.
- Hetta halda vit í øllum førum vera ein stóra álitisváttan til okkum. Og tað vísur væl eisini, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði fyri teir. Høvdu vit ikki tað, so kundu teir jú altíð valt onkran annan operatør, men tað hav ateir so ikki gjørt.