Útlendskir søgufrøðingar vátta: Havnarmaðurin Dollin skapti heimssøgu í Congo

Fremstu søgufrøðingar í USA og Europa vátta, at Dollin var lyklapersónur, tá ið belgiski kongurin Leopold 2. mátti geva Congo frá sær sum persónliga ogn í 1908

1. partur

Dollin hevur verið púra ókendur fyri teir flestu føroyingar. Nøkur hava vitað, at hann var trúboðari í Føroyum 1904-1916 eftir at hava virkað í Congo eitt skifti framm­an­undan.
Eisini hevur verið kunnugt, at Dollin var við í eini kanning av viðurskiftunum hjá teimum inn­føddu, og at hann hevði gjørt sítt til at bøta um hesi viðurskifti við at venda sær til bretsku myndug­leikarnar.
Tað var eisini nevnt í Tingakrossi í 1904, at Dollin í 1903 hevði hildið stórfundir í Edinburgh í Skotlandi um støðuna í Congo.
Fyri nøkrum árum síðani varð hildin ein stór ferðaframsýning í norðurlendsku høvuðsstøðunum um sambandið millum norðanlond og Congo. Tá var spurt eftir, um Føroyar kundu geva nakað íkast. Men tað var hildið, at tað sum fanst, var ikki vert at taka uppá tunguna.
Sjálvur havi eg altíð hoyrt um Dollan og hevði eisini uttan úrslit roynt at finna okkurt um hann á alnótini.
Men ein dagin í 2007 fekst av tilvild ein slóð, og hetta var byrjanin til eina gransking, sum hevur fingið fram kanska ta mest forkunnugu før­oysku persónsøgu, bert grundað á tilfar frá útlendskum keldum og skjalasøvnum.
Úrslitið var tríggjar Miðvikur í 2007. Framhaldandi gransking førdi til fimm Miðvikur afturat í 2008. Í 2010 kom so bókin um Doll­an út, og her var nokk so nógv tilfar komið afturat. Hetta váttaði niðurstøðuna um tann søguliga týdn­ing, sum Dollin hevði.
Í heyst fekk The Brethren Archi­­vists and Historians Network (BAHN) í Bretlandi áhuga fyri hesi søgu. Hetta er ein stovnur, sum bretska Brøðrasamkoman stend­ur fyri. Leiðari er Neil Dick­son. Sam­band fekst við henda stovn­in umvegis Tórð Jóanson, sum hevur gjørt doktararitgerð um Brøðra­sam­komuna í Føroyum, og sum hevur havt neyvt samband við Neil.
Hesin stovnur gevur út eitt ársrit Brethren Historical Review við greinum um søgulig evni hjá altjóða Brøðrasamkomuni.
Tórður hevur eisini í 2010 skriv­að eina grein um føroysku brøðra­samkomuna. Hon finst á heima­síðuna www.brethrenhistory.org, har eisini verður greitt frá felags­skap­in­um.
Neil Dickson gjørdist so hugtikin av Dollanum, at hann í stundini bað meg um at skrivað ein grein um hann í hetta rit.
Henda greinin skuldi vera á “aka­demiskum støði”. Hetta merkir, at hon skuldi vera undirbygd við fótnotum, sum vísa hvar teir ymsu upplýsingar koma frá. Her hevur Tórður verið góður í ráðum. Inni­haldið skuldi góðkennast sum trú­vert av Neil sjálvum umframt av einum uttanhýsis persóni. Neil metir sjálvur, at avrikið við hesi gransk­ing er “excellent”, framúr­skarandi.
Hetta merkir, at trúvirðið á søg­uni hevur fingið blátt stempul og kann standa seg við aðra søgu­skriving. Samstundis verður hesin parturin av søguni um Congo kend millum congoáhugað søgufólk .
Arbeiðið við hesa grein førdi til enn meira gransking. Tí er nú nógv komið afturat tí, sum stendur í bókini um Dollan, og hetta váttar alt tann avgerandi týdningin, sum Dollin hevði í herferðini móti ræðu­stýrinum hjá Leopold 2.
Í hesi og komandi Miðviku skal verða gjørdur samandráttur av hesi søgu við serligum denti á hetta nýggja tilfarið. Her verður eisini í fleiri førum víst á, at nakað av tí, sum aðrir søgufrøðingar hava ført fram, er skeivt, og annað er ófull­komið. Orsøkin er einfalt tann, at hesir ikki hava vitað um Dollan, og so hava teir gitt. Søgumenn taka sær stórt frælsi, tá ið gitast skal.

Søgan um Dollan
Ludvig Daniel Jacob Danielsen varð føddur uttan fyri hjúnalag í Keyp­mannahavn 25. juni 1871.
Mamman, Sigrid, flytur aftur til Føroya, har hon verður gift við Jákup á Kamarinum, eisini kall­að­ur Koppa Jákup. Dollin var ein buldra­sligur fýrur, og hann fer 18 ára gamal til Skotlands, har hann lærir til maskinmeistara og fer út at sigla. Hann kom m.a. til Amerika og Suðurafrika.
Kristindóm vildi hann ikki vita av, men eftir eitt gøtumøti í Glasgow í 1897 verður hann umvendur. Tað nýggja er, at Neil Dickson hevur funnið fram til, at samkoman, har hetta hendi, kallaðist Seamen’s Bethel í Eaglesham street. Henda samkoma, har leiðarin kall­að­ist Alexander Gailbrath, líktist Brøðra­samkomuni nakað nógv. Dollin kom at arbeiða í hesi sjómansmissión eina tíð.
Men Dollin vildi gera meira fyri Harran, nú hann var komin til trúgv. Hann fór á Bíbliuskúla í London og vildi sleppa í “heidningalond” at virka.
Tá er tað, at Balolo missiónin í London søkir eftir einum maskin­meistara til “Pioneer”, annan av teirra bátum, sum sigldu á Congo­ánni fyri missiónina.
Dollin søkti og fekk hetta starv, sum merkti, at hann kom eisini at gerast skipari.
Dollin hevði støð í bygdini Bonginda, einar 1.000 fjórðingar inni í landið niðan eftir Congoánni. Leiðarin á hesi støð kallaðist Willi­am Douglas Armstrong, sum vit koma at hoyra nógv meira til seinni.
Tað tyktist at ganga væl hjá Doll­anum. Armstrong skrivaði fleiri ferðir i blaðið hjá missiónini, Regi­ons Beyound, hvør fongur tað var í Dollanum. Hann var ein góður maskin­meistari. Eisini lærdi hann málið skjótt, og kundi Dollin sum tann tá einasti loysa Armstrong av at halda møtir.

Snarsinnið skapti søgu
Dollin hevði kortini tann óhepna eginleika, at hann var ógvuliga snar­sintur. Hetta gjørdi, at hann kom í tvístøðu við sínar arbeiðsfelagar. Eisini varð hann av teimum lagdur undir harðskap móti teimum inn­føddu.
Hetta varð viðgjørt av missiónini heima í London. Hon samtykti at kalla Dollan heim til London, og var hetta sjálvsagt eitt ógvisligt stig móti einum trúboðara.
Men komin oman móti sjóvar­mál­anum, har hann skuldi fara við ferðamannaskipi til Bretlands, fær Dollin boð um, at kanningar hava víst, at ákærurnar móti honum vóru falskar ella í minsta lagi alt ov nógv avgjørdar, og tí var heim­kallingin afturkallað.
Nú er tað, at henda søgan veru­liga byrjar. Tá er tað, at Dollin hittir Roger Casement, bretskan kon­sul í Congo. Hann hevði fingið til upp­­gávu av síni stjórn at kanna tíðindi um yvirgang móti fólkinum. Ábyrgdina hevði belgiski kongurin Leopold 2, sum av USA og londum í Europa, millum hesi Bretland, hevði fingið uppgávuna at skipa fyri “lóg og landaskili” í Congo. Hetta gav Bret­landi heimild at taka hetta stig.
Casement hevði leigað ein ameri­kanskan missiónsbát Henry Reed til hesa kanningarferð, og honum mangl­aði ein maskinmeistara. Hes­um starvi tók Dollin við, samstundis sum hann gjørdist skipari og ann­ars stuðul og hjálparmaður hjá Case­ment.
Frá hálvan juli til hálvan sep­tember sigldu teir so niðan og oman eftir Congoánni. Teir vitjaðu ymisk pláss og fingu váttan fyri allar teir ræðuleikar, sum tíðindi høvdu verið um. Millum annað, at hermenn hjá stjórnini máttu býta avhøgdar hendur um við patrónir. Tí vóru so nógv fólk, har onnur hondin var kvett av.

Dollin ger bart í Bretlandi
Dollin kemur aftur til Bretlands um 10. oktober 1903, og hann brennir eftir at fara í holt við at kunna bretar um ræðuleikarnar í Congo. Hann vil hava sína missión, Balolo missiónina, at fara undir hetta beinanvegin. Men missiónsfeløgini, eisini Balolo missión, høvdu fram til tá hildið aftur at leggja seg út við belgisku myndugleikarnar av ótta fyri, at teir vildu forða teirra missiónsvirksemi.
Balolo missiónin samtykti at bíða við at gera nakað til Casement kom aftur til Bretlands 1. desember.
Men hesum hevði Dollin ikki tol at bíða eftir. Longu 7. og 8. november helt hann í Edinburgh í Skotlandi fundir við ljósmyndum fyri fleiri túsund áhoyrarum. Væl dugdi Dollin at tala til kenslurnar hjá fólki. Hansara møtir seinni í Føroyum kundu vera so kensluborin, at bæði talari og áhoyrarar grótu!
Hesir fundir vaktu ein slíkan ans millum fólk, at Balolo missiónin við leiðaranum, Grattan Guinness, lat seg sannføra og fór sjálv seinni í november undir líknandi fundar­røð, hóast samtyktina at bíða eftir Case­ment.
Dollin kom skjótt eftir heim­kom­una í samband við Edmund Morel, sum tá longu í fleiri ár hevði skrivað dúgliga um skilið í Congo, og hann er eisini ein lyklapersónur í hesi søgu..
Dollin heldur fram við sínum fundarvirksemi til í hvussu er í desember.
Tann 23. mars 1904 stovna Morel og Guinness felagsskapin Congo Reform Association, og fundar­virk­semið verður nú skipað um alt Bretland og seinni eisini í USA. Trýstið á Leopold 2. økist staðiliga og í 1908 er tað so stórt, at hann gevur Congo frá sær, og landið gerst koloni hjá belgiska statinum. Hetta bøtir um støðuna í Congo.

Dollin var á odda
Niðurstøðan í hesi gransking vísir greitt, at Dollin var oddamaðurin aftanfyri hesa gongd. Orsøkin til, at hetta er ókent, er tann, at hans­ara avrik miðvíst hevur verið tagt burtur, enntá av hansara egna missiónsfelagi, Balolo missiónini.
Orsøkin fyri hesum sigst vera, at í enskari søguskriving eru tað bert eingilskmenn, sum telja nakað. Tað er alment kent, at hetta hevur verið galdandi fyri írar og skotar, sum ikki hava verið tiknir uppá tungu uttan mun til avrik. So er tað (sjálvandi) enn meira galdandi fyri ein føroying, sum enntá “bara” var maskinmeistari!
Tey, sum hava skrivað um hesa søgu, hava ikki vitað um Doll­an, og tí er slagsíða í teirra frá­sagnum.
Hetta er eisini komið til sjóndar í teirri mest kendu bókini um hesa søguna hjá Congo “Kong Leopolds Arv” hjá Adam Hochschild. Hann nevnir als ikki virkna tíðarskeiðið hjá Dollanum seinast í 1903.
Hann hevur fingið greinina og sigur um hana:
That's a fascinating article. I wish I had been able to read it some years ago, before writing my book. You have done a great job in res­cuing this man for history.
“Hatta var ein hugtakandi grein. Eg vildi ynskt, at eg hevði verið førur fyri at lesa hana, áðrenn eg skrivaði mína bók. Tú hevur gjørt eitt stórt avrik at bjarga hesum manni fyri søguna.”
Søgan um Congo og Leopold var ókend í mong ár. Men bókin hjá Hochschild og filmurin, sum var grundaður á hesa bók, gjørdi hesa tíðina kenda millum fólk.
Adam Hochschild hevur skrivað fleiri aðrar bøkur, er týddur til 14 mál og hevur fingið fleiri heiðursprísir. Størri viðurkenning av hesi søgu um Dollan enn frá slíkum manni ber illa til at fáa.
Í komandi parti verður greitt frá øðrum útlendskum søgumonnum, sum hava givið sama ummæli av míni grein. Tað eru eisini fleiri, sum hava biðið um loyvi til at lata øðrum hesa frásøgn.
Undan hesum tíðarskeiði í 1903 hevur verið skrivað um Congo. Trú­boðarar og aðrir sendu brøv heim, fyrst og fremst til síni missiónsfeløg um viðferðina av fólkinum. Men tað, sum verður skrivað, kann jú træt­ast til lygn. Tá kom at standa pá­standur móti pástandi. Tí hendi heldur einki.
Men tað, sum nú gjørdi munin, var, at nú varð miðvíst skipað fyri hópfundum saman við vísing av myndum, og tað var hetta, sum setti eld í fólk. Myndir kundu jú ikki lúgva! Tað verður viðurkent av fleiri søgufrøðingum, at júst hetta hevði ein avgerandi týdning fyri tað sum hendi í 1903 og seinni.
Tað verður komið aftur til mynd­irnar í komandi parti, men tað er lítil ivi um, at tað var Dollin, sum var upprunin til “myndapartin” av hesi søgu.
Í bókini um Dollan er væl grund­givið fyri, at tað var Dollin, sum byrjaði herferðina um Congo í Bret­landi, og at hann fekk Balolo missi­ónina sannførda um at taka eina greiða støðu í hesum spurningi. Hetta var avgerandi fyri, at tað gekk sum tað gekk.
Hetta er eisini váttað av tilfari, sum funnið er fram, eftir at bók­in kom út. Tað er skrivað av Ruth Slade í bók um leiklutin hjá bretsk­um missiónsfeløgum í Congo­málin­um.
Hon skrivar beinleiðis, at um­røddi Morel royndi at fáa Dollan at ávirka Balolomissiónina at fara til verka í hesum máli, og at missiónini var ávirkað at gera hetta aftaná ta kunning, sum hon hevði fingið frá Dollanum.
Í óprentaðari frásøgn hjá A.W. Sloan greiðir hann frá, at Dollin eftir heimkomuna til Bretlands hevði fund við uttanríkisráðharran Lord Lansdowne um Congomálið.
Serfrøðingur ivast i, um hetta er rætt.
Men Ruth Slade váttar, at Dollin var kendur í uttanríkisráðnum áðr­enn Casement kom heim, og at hann var av ráðnum ætlaður at hava ein leiklut í teirri ætlaðu uppgerðini við stýrið hjá Leopold kongi. Dollin hevur helst hitt embætismannin Harry Farnall, sum hevði ábyrgdina av Congo í uttanríkisráðnum.
------------

Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá, hvussu tað bar til at “finna” tær 100 ára gomlu myndirnar hjá Dollanum.
Tey sum hava áhuga fyri upprunagreinini kunnu siga mær frá.