Sigurd Hentze í Skopun, sum eigur og rekur fyritøkuna Gólvfix, var eisini millum tey mongu, sum ætlaði sær ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í gjár.
Hvat heldur so skopuningurin um hesa útbygging av vegakervinum?
- Hetta er eitt stórt framstig.
Ætlar tú tær at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Ja, eg ætli mær at brúka tunnilin hvørja ferð, eg skal norðureftir, sigur Sigurd Hentze.