Nú eru útlit fyri, at pensiónistar og onnur aftur kunnu fáa serlig lán til at bjálva húsini betur Ein rúgva av umsóknum liggja og bíða í Bjálvingarstuðulslánsgrunninum, men eingir pengar eru í gjørligt hevur ikki verið hjá grunninum at lata serligu avdráttar- og rentufríu lánini.
Hetta skal nu broytast, halda fleiri politikarar. Ein av teimum, sum hevur arbeitt við málinum, er løgtingsmaðurin Magni Laksáfoss, og hann heldur, at útlitini nú eru góð fyri, at pensiónistar og onnur í framtíðini kunnu fáa serligu lánini til at bjálva sær húsini.
- Hugskotið er at flyta pengar úr Húsalánsgrunninum í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, so at pensiónistar aftur hava møguleikan at fáa stuðul til at bjálva sær húsini betur. Vit hava arbeitt leingi við hesum málinum í politiska baklandinum, og nú hava vit fingið at vita, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar sær at taka málið upp, sigur Magni Laksáfoss.
- Tað eru fleiri fyrimurin við at lata hesi lánini. Pensiónistarnir fáa hjálp til at bjálva húsini betur, so tey eisini kunnu minka um sínar útreiðslur til olju. Oljunýtslan minkar, og so skapar hetta eisini virksemi í handverksvinnuni, sigur Magni Laksáfoss.