Tobbi heldur jól á Cuba

Eg leggi ikki stórt í hvar eg eri staddur í verðini á jólum, meiri umráðandi er tað, at eiga fatanina um orsøkina til jólini í huganum og trúarlívinum. Tað sigur Torbjørn Jacobsen, vanliga nevndur Tobbi, sum saman við konu síni Ann Ellefsen heldur jól á Cuba í ár.

 

- Sum barn, sjómaður og skipari havi eg verið at kalla líka nógv jól burtur úr heimlandinum sum heima, og tey jólini standa mær kanska sterkari í minninum enn øll hini. Tað skal tó sigast, at man ofta hevur verið umgirdur av fjølskyldu hesi erlendu jólini eisini, sigur Tobbi.

 

Tobbi sigur at honum dámar so sera væl at vera í Føroyum um summarið, og kanska er tað tá eitt gott hugskot, at brúka tað alra myrkastu tíðina har heima til eina longri útferð sum hesa, har sólin bakar oman og niðan frá morgni til myrkurs.

 

Tí tóku hann og kona hansara hesa avgerðina, at halda jól á Cuba, fyri fleiri mánaðum síðani, og tey ætla at vera har í tríggjar vikur.

 

- Vit fara eina rundferð kring alla oynna, fet fyri fet úr Pinar del Rio til Santiago de Cuba. Eftir kollveltingina hava teir ikki gjørt nógv burturúr jólunum, hóast teir ikki hava verið eins harðrendir mótvegis kristnu hátíðunum, sum gomlu kommunistalondini eystanfyri. Oddvitar landsins, verandi og farnir, hava allir eina katólska bakgrund. Fidel er útbúgvingarliga uppvaksin á einum Jesuittaraskúla, og ivaleyst hongur okkurt eftir av tí, sum hann har hevur nomið sær av kunnleika haðani, sigur Tobbi.

 

Í løtuni búgva tey á Hotel Nacional í Havanna, og í gongdini standa fleiri pyntaði jólatrø.

 

Spurdur um, um tey ætla at halda nakra av teimum føroysku jólatraditiónunum ímeðan tey eru á Cuba sigur Tobbi, at ræstur fiskur og speril og ræst kjøt, tað finst valla um hesar leiðir, so tey halda seg til traditiónirnar í landinum tey ferðast í.


- Annars ætla vit at finna onkra kirkju, har guðstænasta verður hildin jóladagarnar, og tað skuldi ikki verið heilt ómøguligt, tí eg skilji nú á lagnum, at jóladagur er vorðin meiri ella minni ein heilagur dagur í Cuba, sigur Tobbi at enda.