Tað eru ikki hissini yvirskriftir og søgur, sum donsku fjølmiðlarnir hesa síðstu vikuna hava borðreitt við um FCK, felagið hjá Toda Jónsson.
Í vikuskiftinum undraðist allur tann danski fótbóltsheimurin, tá tað frættist, at venjarin hjá AB, Christian Andersen, samráddist við kappingarneytarnar um at gerast venjari hjá FCK. Og í fyrrakvøldið visti TV2 at siga, at Brian Laudrup er á veg til FCK. Samstundis visti danska pressan at siga, at FCK hevði verið í sambandi við Benny Lennartsson, svenska venjaran, sum Todi Jónsson hevði sera gott samband við í Lyngby, fyri at fáa hann til venjara.
Hesi seinastu tíðindini segði 56 ára gamli sviin vera røtt, men hann hevði ikki tikið av, tí hann skuldi skriva sáttmála við Bristol City í eingilsku 1. deildini.
Tíðindini um Brian Laudrup eru ikki váttað, og sjálvt um heimsstjørnan saman við fleiri øðrum av høgt løntu monnunum hjá Chelsea hevur givið til kennar, at hann ikki trívist við mátanum, sum venjarin brúkar álopsspælararnar ? teir skiftast um at sita á beinkinum ? so skal meiri ítøkiligt til, áðrenn danir fara at trúgva, at yngri Laudrup verður liðfelagi hjá Toda Jónsson og hinum í FCK.
Tað er jú ikki so langt síðani, at tað so at siga fyri vist varð sagt í donsku pressuni, at Michael Laudrup skuldi spæla við FCK.
Burturvístur
av sínum egnu
Men tíðindini um, at 54 ára gamli Christian Andersen, sum um seg sjálvan hevur sagt, at hann er besti venjarin í Danmark, skal vera venjari hjá FCK, eru sonn.
Í fyrstu atløgu varð boðað frá, at sáttmálin skuldi galda frá 1. juli komandi ár. Hetta dámdi teimum í AB alt annað enn væl. Blíðsnýðaði stjórin í felagnum, Per Frimann, gjørdi seg heilt skrappan og boðaði venjaranum, sum annars hevði verið mettur at vera sjálvt sálin í felagnum, frá, at hann skuldi ikki vísa seg á vøllinum, og tað varð honum bannað at tosa við spælararnar. Men sáttmálin, sum var galdandi til 30. juni 1999, varð ikki uppsagdur.
Frimann setti seg beinanvegin í samband við omanfyri nevnda Benny Lennartsson, men hann fekk somu boð, sum sviin hevði givið FCK, og nú er hjálparvenjarin hjá AB vorðin venjari.
Donsku fjølmiðlarnir fóru beinanvegin at gita, um kendi venjarin skuldi venja eitt piltalið ella pussa skógvarnar hjá teimum á 1. liði fyri venjaralønina, meðan hann bíðaði eftir, at sáttmálatíðarskeiðið skuldi verða liðugt.
Hetta líktist fíggjarligum trýsti, og í fyrradagin boðaðu teir í FCK frá, at nú høvdu teir avrátt við AB, at Christian Andersen kann fara undir nýggju uppgávuna í FCK á nýggjárinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at Kim Brink, sum hevur verið venjari síðsta mánaðin og sum hevur fingið góð úrslit, fer úr aftur starvinum, tá fyrra hálva av kappingarárinum verður liðug.