Start spældi um vikuskiftið fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti Lillestrøm. Todi Jónsson kom á vøllin, tá 20 minuttir vóru eftir at spæla. Støðan var tá 2-1 til Start, eftir at David Nielsen í tveimum umførum hevði lagt teir á odda. Tað tóktist, sum skuldi hetta gerast endaliga úrslitið, men í 93. minutti eydnaðist Lillestrøm at javna, og so gjørdist talan um longda leiktíð. Ikki sørt av einum vónbroti fyri Start, sum allan seinna hálvleik hevði spælt við 11 móti 10, eftir at Lillestrøm málverjin fekk reytt kort beint undan steðginum. Brotssparkið, sum førdi til hetta varð tó misnýtt, og tí var bert eina málið á muni. Her gekk alt eisini fram til seinasta minuttin, men tá setti Alex Valencia punktum við forloysandi 3-2 málinum.
TíðindiInnanlandsInnanlands