Tað gongur striltið hjá Toda Jónsson at koma aftur á landsliðið. Fyri stórari viku síðani var hann smáskaddur í lærinum og fekk ikki spælt ímóti Malta. Nú er hann skaddur í knænum, og talan er um so mikið álvarsligan løst, at tað fer ikki at bera til hjá Toda at spæla fótbólt næsta mánaðin.
Eg havi fyrrapartin í dag verið til kanningar. Har fekk eg at vita, at tað er eitt liðband í knænum, sum partvís er slitnað. Teir siga, at eg skal binda fullkomuliga frið frá fótbólti í fýra til seks vikur, sigur Todi Jónsson úr Keypmannahavn.
Í fyrradagin fekk Todi Jónsson boð um, at hann var úttikin til landsdystirnar ímóti Sveis og Fraklandi. Todi hevur fleiri ferðir sagt, at hann hevur glett seg til at spæla á landsliðnum, nú hann leingi hevur kent seg vera væl fyri likamliga, men soleiðis verður tað ikki. Hvørki í Sveis ella á heimavølli ímóti Fraklandi verður Todi við, og tað er rættuliga ivasamt, um hann verður við á útivølli ímóti Kypros og Írlandi.
Hvussu er hetta komið soleiðis fyri?
- Tað var undir venjing fyrrapartin hósdagin. Síðani arbeiðssteðgin havi eg vant saman við hinum. Henda dagin var vøllurin eitt sindur vátur. Eg gleið og kendi, at tað segði klikk í knænum. Eg fekk ikki rættuliga sett beinið undir meg. Knæið blástist upp beinanvegin. Fysioterapeuturin helt beinanvegin, at talan var um liðbandsskaða, men tað bar ikki til at gera nærri kanningar, fyrrenn hovnaði knæið aftur var vorðið meiri vanligt. Tað var tað í morgun, og nú havi eg júst fingið dómin, segði Todi Jónsson á middegi í gjár úr Keypmannahavn.
Í fyrstu atløgu skal Todi binda heilt frið frá fótbóltinum. Hvussu venjingarstøðan fer at vera, tá ið landsliðið fyrst í oktober fer at ferðast til Kypros og Írland, man vera rættuliga ivasamt. Todi Jónsson harmast um støðuna, men eingin veit betri enn hann, at tað er einki at gera við sovorðið uttan at hava tol og stríðast fyri at koma fyri seg aftur.