Todi ímóti Ajax

Start og Todi Jónsson skulu í fyrsta umfari í UEFA Cup spæla móti Ajax Amsterdam, sum í europeisku meistarakappingini tapti móti FCK.
Lutakast til UEFA Cup var í fríggjdagin, og tá fall luturin soleiðis, at felagið hjá einasta føroyinginum, sum í hesum kappingarárinum framvegis hevur møguleika at spæla í Europa Cup, skal spæla á heimavølli hósdagin 14. september og á útivølli í Amsterdam hósdagin 28. september.
Venjarin hjá Toda og Start, Stig Inge Bjørneby, sigur, at hann ikki kennir nýggju útgávuna av Ajax liðnum nakað serligt. Tí ætlar hann sær at tosa við Ståle Solbakken, venjara hjá FCK, um, hvussu tað skal spælast móti Ajax. Todi Jónsson og Ståle Solbakken vóru í síni tíð liðfelagar í FCK.