Danmark
Seinasta vikan ella so hevur ikki á nakran hátt styrkt um møguleikarnir hjá FCK at endurvinna danska meistaraheitið.
Tapið fyri Brøndby merkti, at munurin upp til fremsta plássið nú er 10 stig, og møguleikarnir at vinna hetta aftur, eru ikki styrktir, nú tríggir leikarar eru farnir úr felagnum
Fyrriverandi liðskiparin, Michael Mio Nielsen, hevði longu í summar boðað frá, at hann gavst í vetur, og hetta lyfti hevur hann hildið.
Harafturat hevur felagið nú boðað frá, at bæði Thomas Thorninger og Thomas Rytter eru farnir til onnur feløg. Thorninger er farin til Udinese, har fyrrverandi FCK venjarin, Roy Hodgson, var venjari fram til seinasta vikuskiftið, tá hann fekk sekkin.
Sølan av Thorninger gav ikki FCK so mikið sum eina krónu, tí sáttmáli hansara rennur út á nýggjárinum.
Hinvegin komu pengar í kassan, tá Rytter fór til týska Wolfsburg. Hvussu nógv, vil leiðslan tó ikki siga.