Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson vóru báðir á vøllinum, tá feløgini hjá teimum spældu fyrsta dystin í seinnu hálvu av bestu donsku fótbóltskappingini sunnudagin.
Í Parkini tók FCK ímóti AB, og har mannaði Todi Jónsson álopið hjá FCK saman við David Nielsen, meðan Thomas Thorninger mátti noyðast við eitt pláss á beinkinum til út í seinna hálvleik, tá hann kom á vøllin fyri ein troyttan Toda Jónsson.
Jákup Mikkelsen stóð allar 90 minuttirnar í málinum, tá Herfølge vann botndystin móti Ikast, og seint í dystinum tryggjaði Jákup liði sínum sigurin, tá hann bjargaði fram úr væl í ein móti ein støðu við álopsmann hjá Ikast.
Todi hevði eina roynd
Hol varð sett á seinnu hálvu í donsku kappingini, tá tvey av toppliðunum, Silkeborg og Brøndby, hittust longu fríggjakvøldið. Leingi var ivi um hendan og aðrar dystir, tí kuldin hevur gjørt um seg í Danmark seinastu vikurnar, og tað er ikki gott fyri grasvallirnar.
Endin var, at hesin og annars fimm av teimum ætlaðu seks dystunum vóru spældir. Bert dysturin millum OB og Lyngby varð avlýstur orsaka av veðrinum.
Brøndby styrkti um sína oddastøðu við at vinna 2-1 á Silkeborg, og grundarlagið undir sigurin legði fyrrverandi Silkeborg-spælarin Jesper Thygesen, sum í sínum fyrsta landskappingardysti fyri Brøndby, skoraði móti fyrrverandi liðfeløgunum í Silkeborg.
Hesin dysturin legði trýst á FCK, tá liðið fór á vøllin sunnudagin, men fyri eygunum á fleiri enn 14.000 áskoðarum í Parkini vunnu teir 2-1 á AB, sum hevði uppiborið minst javnleik.
Verjuspælarin Diego Tur kastaði skuggar á teir mongu álopsspælararnar hjá FCK, tí hann gjørdi bæði málini í sínum dysti nummar 150 fyri Keypmannahavnarfelagið. Fyrst stútaði hann hornaspark í málið, og eftir at Jan Michaelsen hevði javnað fyri AB, gjørdi hann sigursmálið, tá hann aftur avgreidda hornaspark í málið, hesaferð við fótinum.
Todi Jónsson spældi til nakað út í seinna hálvleik, tá hann varð útskiftur. Todi var ikki við í nógvum, men hann hevði eina góða roynd á málið. David Nielsen útmerkaði seg við at klossa tveir stórar kjansir burtur, meðan Thomas Thorninger var tann av álopsspælarunum, sum gav besta inntrykkið og sannlíkt er, at hann verður við frá byrjan, tá FCK fríggjakvøldið spælir toppdyst móti Brøndby. Spurningurin er so um hvørt David Nielsen ella Todi Jónsson sleppa at spæla.
Jákup bjargaði væl
Herfølge-venjarin Ole Mørch staðfesti sunnudagin yvir fyri Jákup Mikkelsen, at hann er maðurin, sum hann ætlar at brúka í málinum hjá besta liðnum í vár. Jákup Mikkelsen vardi málið allar 90 minuttirnar, og tað gjørdi hann sannførandi.
Einaferð mátti hann lúta, og tað var tá Ikast javnaði við einum framúr langskoti úr 20 metrum, sum klaksvíkingurin ongan møguleika hevði at verja fyri. Annars hevði Jákup ikki tað stóra at gera, men hann var við í avgerandi løtunum. Eftir eitt langt útspark frá honum kom málið til 2-1, og seint í dystinum gjørdist Ikast-áleypari leysur, men Jákup bjargaði sera væl við eini hondbóltslíknandi paradu.
So var sigurin heima, og hann hevði stóran týdning fyri Herfølge, sum legði nakað av sjógvi millum seg og liðini niðanfyri, sum framvegis eru trý í tali. Nú eru seks stig niður til niðurflytingarstrikuna, meðan tað bert høvdu veri tvey stig, hevði Herfølge tapt.
? Tað er týdningarmikið, at vit hyggja uppeftir stigatalvuni heldur enn niðureftir, og eg eri vissur í, at vit fara at yvirliva í superliguni, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann og Herfølge spæla næstu ferð móti AB á útivølli, meðan Todi og FCK hava stórdyst móti Brøndby fyri framman.