Todi plágaður av skaða

Todi Jónsson hevur fingið ein nýggjan skaða at dragast við. Hann hevur í eina tíð havt trupulleikar við hælsinuni, og bruni forðar fyri, at hann av álvara kann verða við í venjing og spæla dystir. Fyrradagin noyddist Todi at gevast undir eini venjing hjá Start í Marbella.
 Tað kennist ikki serliga væl. At vit støðugt skifta undirlag ger heldur ikki støðuna betur, sigur Todi Jónsson við blaðið Fedrelandsvennen.
Trupulleikarnir við hælsinuni hava verið afturvendandi síðani november mánað, og í gjár vandi Todi innandura fyri seg sjálvan.