ÚTISETI
Í løtuni er tað ikki serliga hugaligt hjá Toda Jónsson í FCK. Eitt er, at liðið mikukvøldið fyri aðru ferð á rað tapti í Jyllandi. Eftir 3?0 tapið í Aalborg fyri hálvari aðru viku síðani var FCK hesa ferð í Esbjerg, og har løgdu teir aftur rygg til 3?0 tap.
Hin síðan av óhugaligu søkini er, at Todi Jónsson ikki fær møguleikan at vísa, um hann kanska er betri førur fyri at skora mál, enn hinir í FCK álopinum eru tað. Zuma var leikbannaður, tá FCK var í Esbjerg, og tí varð roknað við, at Todi fór at sleppa framat frá fyrsta bríksli. Men tað gjørdi hann ikki. Hans Backe valdi Peter Møller, sum sigst hava staðið seg sera væl undir venjing síðstu tíðina, til annað álopsplássið, og Jörgen Pettersson til hitt plássið.
Todi Jónsson kom ikki á vøllin fyrrenn seinna umfarið var hálvrunnið. Tá avloysti hann Carsten Fredgaard, sum hevði verið ytstur á miðvøllinum í vinstru. Todi hevði onkra skotroynd ímóti málinum hjá Esbjerg, men tá heimaliðið í 72. minutti økti um leiðsluna til 3?0, var greitt, at øll stigini fóru at vera í Esbjerg.
Todi var millum fýra FCK spælarar, sum fingu gula kortið.
At føroyski álopsspælarin fyri tíðina so sjáldan sleppur framat ímillum teir fyrstu ellivu kann ikki skiljast øðrvísi, enn at venjarin ikki heldur hann vera á toppinum. Fyri ikki so langari tíð síðani segði Hans Backe, at tá hann hevði fýra góðar álopssspælarar at velja ímillum, so gav tað honum møguleika at brúka teir, sum akkurát vóru á aldukambinum.
Men mikukvøldið var tað ilt at síggja, at álopsspælararnir vóru á toppinum. Tá Todi og Zuma hava verið í álopinum hevur styrkin verið innanhýsis spælfatanin og skjótleikin. Mikukvøldið var lítið samanspæl millum fremstu FCK spælararnar, og Jörgen Pettersson hevur framvegis sera ilt við at skora mál og harvið at prógva, at FCK í summar gjørdi eitt gott keyp. Hesa ferð hevði hann risa møguleika, tá hann varð spældur leysur mitt fyri, men tá hann úr sekstan metrum og mitt fyri lyfti upp um málverjan, ið kom út ímóti, fór bólturin við síðuna av.
Vónbrotin venjari
Hans Backe gav ilt av sær eftir stóra tapið. Tað var sum at hoyra Berti Vogts á Svangaskarði leygardagin. FCK venjarin helt ikki, at hansara spælarar høvdu gjørt stórvegis til nyttu í 1. hálvleiki, og hann helt ikki, at nøkur orsøk var at vísa á, at fýra av føstu monnunum ikki vóru við. Tað átti liðið væl og virðiliga at tolt.
Einasti málmøguleikin hjá FCK í 1. hálvleiki var, tá verjuspælarin Boris Zivkovic tveir minuttir undan hvíldini drønstútaði hornasparksinnlegg úr høgru í tvørtræið.
Fyrra partin av seinna umfarinum var FCK venjarin ikki misnøgdur við. Tá hevði FCK fimm heilt stórar møguleikar at minka um munin, sum var 2?0. Eitt nú sendi miðvallarin Peter Nielsen fríspark úr sekstan metrum og í tvørtræið, og eina ferð bjargaðu heimamenninir á strikuni eftir horna.
Framúr áhugi
Áhugin fyri fótbóltsdystinum í Esbjerg mikukvøldið var sera stórur. Teir høvdu roknað við átta túsund áskoðarum. Men góða veðrið, undanvindurin hjá heimaliðnum og forkunnugu gestirnir úr høvuðsstaðnum, tóku teir, sum høvdu roknað, av bóli. Tað møttu knappliga níggju túsund upp, og tað høvdu alla orsøk at vera í góðum hýri, tá tey fóru til hús aftur.
Grundin undir 3?0 sigrinum varð løgd í 1. hálvleiki, tá Esbjerg spældi sera væl, ágangandi og málsøkið. Liðformaðurin Jess Thorup setti hol á beinanvegin. Avgjørt besti maður á vøllinum var 20 ára gamli Tommy Bechmann, sum Esbjerg í summar keypti úr FC Aarhus. Hann er sonur Henrik Bechmann, sum síðst í sjeyti og fyrst í áttati árunum saman við Lars Lundquist var málsøkið álopspar í Skovbakken og AGF. Tað var hesin Tommy, sum í 4. minutti royndi seg við skoti. Rune Pedersen, sum loysti skadda Magnus Kihlstedt av í FCK málinum, hálvbjargaði, og so var liðformaðurin fyrstur á.
Í 26. minutti økti Tommy Bechmann um leiðsluna, og hann átti eisini sín lut í 3?0 málinum, sum Esbjerg skoraði í 72. minutti. Bechmann tveitti ógvuliga langt innkast úr høgru, og miðvallarin Hans H. Andreasen var hægstur og stútaði framvið FCK málverjanum.
Talan er ikki enn um kreppu í FCK, men at teir enn eina ferð taptu stórt í Jyllandi var staðfesting av, at tað ikki er soleiðis, at FCK er í serflokki, og at øll hini liðini eru í einum flokki. Støðutalvan vísir, at øll liðini í superliguni eru før fyri at vinna á øllum.