ÚTISETI
FCK tók seg nærri toppinum, tá ið teir á heimavøllinum í Parkini og frammanfyri 17.692 áskoðarum vunnu 2?0 ímóti uppflytarunum og grannunum úr Frem. Zuma var framvegis ikki nóg væl fyri at spæla, og so var Álvaro Santos undir liðini á Toda Jónsson í FCK álopinum.
Enn eina ferð varð undirstrikað, at tá ið tað í donsku pressuni verður tosað og skrivað um, at Todi Jónsson nú er triði maðurin í stríðnum um tvey pláss í álopinum, so er tað nakað tvass.
Todi var væl upplagdur, arbeiddi nógv og var miðdepul í nógvum av tí, sum gekk fyri seg frammi á vøllinum. Álvaro Santos sigst vera dýrasti spælarin, sum FCK nakrantíð hevur keypt. Tað man vera størsta kvalifikatiónin hjá honum fyri at sleppa á liðið. Hvørki mikukvøldið í Budapest ella sunnudagin í Parkini sannførdi hann á nakran hátt um, at hann er sjálvskrivaður í FCK álopinum í staðin fyri Toda Jónsson, tá ið Zuma aftur verður tøkur.
Álvaro Santos varð skiftur út við Peter Møller, tá ið seinna umfarið var fjúrtan minuttir gamalt. Tá ið tað restaðu ellivu minuttir, kom Jörgen Pettersson á vøllin fyri Toda Jónsson. Teir báðir innskiftararnir vóru meistarar fyri 2?0 málinum. Peter Møller átti fríspælingina, og Jörgen Pettersson skoraði.
Frem gyrdi seg frá fyrsta bríksli kring egnan brotsteig. Luturin hjá FCK var at syrgja fyri, at tjúkki garðurin varð brotin niður, og tað var stríggið. Men tað hilnaðist betri, enn tað gjørdi, tá ið Herfølge vikuna frammanundan var í Parkini og megnaði málleysan javnleik.
Frem fekk fyrsta upplagda møguleikan í snarálopið, men Magnus Kihlsted, sum aftur hevði fingið møguleikan ímillum FCK stólparnar, tí hin málverjin var skaddur, bjargaði væl.
Miðvallarin Thomas Røll, sum hevur tókst eitt sindur troyttur seinastu vikurnar, skoraði fyrra málið upp á brotsspark. Hann varð feldur í gjøgnumbroti og legði vertin í frasuna um, at tann, sum brotsspark verður framt ímóti, ikki skal skjóta sjálvur.
Todi Jónsson royndi við høvdinum at snitta innlegg úr høgru upp um Frem málverjan, sum fekk hondina á, og ta einu ferðina var um reppið, at Todi fekk bóltin í málið eftir aftur og fram í brotsteiginum. Í 38. minutti fekk Todi fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum gult kort. Næstu ferð ostaflísin verður á lofti, verður hann leikbannaður.
Frem venjarin, Ole Mørch, ásannaði, at mótstøðuliðið hevði gjørt tað, sum teir áttu at gera. Men hann helt ikki, at 4?4?2 spælskipanin hjá FCK er serliga undirhaldandi og hugflogsrík. FCK venjarin, Hans Backe, rósti sínum spælarum fyri at hava loyst torføru uppgávuna til fulnar.
Danska pressan fokuseraði í gjár upp á Álvaro Santons, sum teir hildu ikki hevði verið sannførandi ímóti Frem. Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, segði, at Santos fer at fáa langt tjóður. Hann segði seg ikki ivast í dygdunum hjá brasiliumanninum, sum hann helt mátti fáa rúma tíð at koma seg heilt eftir skaðan, ið leingi hevur hildið honum burtur frá fótbóltinum. Og so vísti hann á, at tað var positivt, at nýggi maðurin hevði havt fleiri møguleikar, sum hann kortini einki hevði fingið burturúr.