Tøkniligar trygdarloysnir til øll endamál

Ansni Tøkni er ein fyritøka sum veitir ráðgeving og loysnir til vakmyndaskipanir, ávaringarskipanir og lásaskipanir til øll endamál.

 

- Tað eru óteljandi møguleikar við vakmyndatólum og vitlíki, ið kunnu økja um trygdina á nógvum støðum, men her verður altíð hædd tikin fyri dátuvernd og rættindum hjá fólki.

Ansni Tøkni er partur av Ansni Samtakinum og tekur sær av sølu, uppsetan og viðlíkahaldi av tøkniligu skipanunum.

 

- Vit síggja tíverri ein vaksandi trupulleika við innbrotum og stuldri, og tí er eftirspurningurin serliga eftir vakmyndatólum og alarmskipanum vaksin sera nógv síðstu tíðina.

 

Tað sigur Fróði Clementsen, sum rekur Ansni Tøkni.

 

- Tað er okkara greiða fatan, at vakmyndatól eru við til at minka um lógarbrot, ið vit síggja sum aðalmálið við okkara skipanum. Tá so eitt hvørt brotsverk er farið fram, eru upptøkurnar eitt gott amboð at prógva, hvat er farið fram, og hvør hevur verið partur av tí.

 

Hann vísir á, at tað eisini eru óteljandi møguleikar við vakmyndatólum og vitlíki, ið kunnu økja um trygdina á nógvum støðum, men her verður altíð hædd tikin fyri dátuvernd og rættindum hjá fólki.

 

Ansni Tøkni veitir eisini ávaringarskipanir ímóti eldi, lekum, innbroti og øðrum - eins og elektroniskar lásaskipanir, ið geva alskyns møguleikar við eitt nú sjálvirkandi upp-og afturlating. Skipaninar betra eisini um trygdina og minka um útreiðslur í sambandi við burturmistar lyklar og útskifting í starvsfólkahópinum.

 

- Vit hava einans vinnukundar og selja okkara skipanir til eitt nú fyritøkur, stovnar, skúlar, havnaløg og ítróttaøkir, sigur Fróði Clementsen. 

 

##med2##

 

 

- Tað eru óteljandi møguleikar við vakmyndatólum og vitlíki, ið kunnu økja um trygdina á nógvum støðum, men her verður altíð hædd tikin fyri dátuvernd og rættindum hjá fólki.