Tøtt uppgerð á forsetavali í Slovakia

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Ivan Korcok gjørdist fyribils vinnari á fyrra umfari á forsetavalinum í Slovakia.

 

Sigurin hjá Ivan Korcok í fyrra valumfari á forsetavalinum kann vísa seg at vera fyribils. - Foto: Ondrej Deml/Ritzau Scanpix

Tað var greitt, eftir at 99,9 prosent av atkvøðunum vóru taldar í nátt.

Tá einki valevni hevði fingið meiriluta, skulu slovakar aftur til eitt seinna valumfar 6. apríl.

Í øðrum umfari skal Korcok kappast ímóti tingformanninum, Peter Pellegrini.

Pellegrini, leiðarin í næststørsta flokkinum í stjórnini hjá Robert Ficos, var frammanundan mettur at vinna. Men Korcok tók øll á bóli á valdegnum.

42,5 prosent av veljarunum valdu Korcok, meðan Pellegrini fekk stuðul frá 37,1 prosenti.

/ritzau/Reuters

 

Sigurin hjá Ivan Korcok í fyrra valumfari á forsetavalinum kann vísa seg at vera fyribils. - Foto: Ondrej Deml/Ritzau Scanpix