Hjá B68 er tað sum á Rhodos, har tað um eina viku verða Oyggjaleikir. Stigini hækka og hækka. Tey hava í fleiri vikur verið í tredivunum, og í dag rukku tey upp á tey fjøruti.
Tað eru trettan umfør eftir av hesum kappingarárinum. Um B68 skal takast og detta av uppflytingarplássi, so skulu toftamenn onga úrtøku fáa í seks umførum, meðan leirvíkingar ella fuglfirðingar skulu vinna fulla úrtøku.
Hjá FSV04 á 2. plássi sær eisini rættuliga væl út eftir at ÍF í dag tapti í Leirvík. Sandavágsmenn vunnu mikukvøldið á heimavølli á KÍ.
Í botninum slapp SÍ við sigri á B36 longri burtur frá niðurflytingar plássunum. B36 er orduliga aftast. At bæði SÍ og HB vunnu fulla úrtøku ber við sær, at støðan hjá KÍ gjørdist uppaftur meiri hættislig.
Úrslit
LÍF-ÍF 1-0 (0-0)
TB-B68 1-4 (0-2)
HB-NSÍ 6-3 (4-2)
FSV04-KÍ 1-0 (0-0)
B36-SÍ 0-1 (0-0)
B68 40 stig
FSV04 32 stig
LÍF 22 stig
ÍF 22 stig
TB 18 stig
NSÍ 18 stig
SÍ 15 stig
HB 14 stig
KÍ 11 stig
B36 5 stig
ÍF og HB hava spælt trettan dystir, og øll hini liðini hava spælt 14 dystir.
15. umfar verður næsta leygardag:
B68-HB
ÍF-TB
KÍ-B36
NSÍ-FSV04
SÍ-LÍF