Toftamenn togaðu seg upp

Leingi sá svart út, men við tveimum nóg so hepnum málum fingu toftamenn togað seg víðari úr bólkaspælinum, og tað enntá sum besti tvey?arin í kappingini

Løgmanssteypið

Tvørámenn vóru í hesum bólkinum liðið, sum eingin roknaði nakað serligt av, og hetta skuldi fyri tað mesta vísa seg at halda. Verður sæð burtur frá fyrsta dystinum, har teir gjørdu ein vørr móti B68, fekk TB av at vita mest sum hvørja ferð. Eisini í teimum báðum seinastu dystunum, har teir taptu til samans 10-0 móti ávíkavist NSÍ og FS Vágum.

Hepnir toftamenn
Fyrri ósigurin hevði við sær, at runavíkingarnir tryggjaðu sær fremsta plássið í bólkinum, og soleiðis kundu teir taka sær av løttum, tá teir leiktu seinasta dystin á Toftum.
Tað kundu hinvegin hvørki B86 ella FS Vágar, eftir at tey høvdu leikt málleysan javnleik skírishósdag. Tann javnleikin vóru toftamenn helst fegnari um, tí verður talt upp í málmøguleikum, so er einki at ivast í, at vágamenn vóru omaná ta ferðina. Tað einu ferðina høvdu teir enntá leikt seg inn um málverjan, men Bjarni Prior hevði helst ikki ánilsi av, hvussu góða tíð hann í veruleikanum hevði, og ístaðin smekkaði hann til við síðuna av málinum.
Vóru toftamenn hepnir við einum stigi her, vóru teir ikki minni hepnir við sigrinum á NSÍ í seinasta umfarinum. Nú høvdu runavíkingarnir ikki so nógv annað enn æruna at spæla fyri her, men í slíkum uppgerðum telir hon eisini nógv, og tað vóru eisini gestirnir, sum vóru omaná fyri tað mesta.
Teir løgdu seg eisini á odda við einum máli, sum Jónstein Petersen skeyt eftir uppspæl í høgru, men eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki hevði B68 koppað øllum á. Fyrst var Súni Fríði so avgjørt á rætta staðnum, tá hann ? helst uttan at vita tað - var millumstøð hjá einum bólti, sum stakk av tvørtrænum, og løtu seinni klossaði Jens Martin Knudsen eitt innlegg frá Jan Inga Petersen í málið.
B68 megnaði at halda fast um leiðsluna, og vunnu teir seg harvið somikið langt upp, at teir endaðu sum besti tvey?arin í bólkaspælinum, og fáa teir harvið heimavøll í fjórðingsfinaluni. Heppið kanska, men hinvegin er hepnið eisini ein dygd, sum fá lið vilja vera fyriuttan.

Eingin vandi
Á Sevmýru vitjaðu vágamenn, og tó at hetta á pappírinum líktist eini yvirkomuligari uppgávu, so tóku gestirnir sær á ongan hátt av løttum. Lagt varð fyri sum eitt óløgið, og skjótt spurdist eisini úrslit burtur úr hesum. Ruslan, Clayton og Bjarni Prior høvdu undan steðginum skúgvað mest sum allan spenning til viks, og eftir steðgin slapp Jóhannis Joensen at skjóta sítt fyrsta mál á hesum sinni fyri FSV, áðrenn Clayton Soares staðfesti.
Við sigrinum komu vágamenn upp á 10 stig, og við góða málmuninum hjá liðnum, so var heldur ongan tíð stórvegis vandi fyri at missa víðari møguleikan í kappingini, tá teir fyrst høvdu lagt seg á odda suðuri á Tvøroyri.

Bólkur 1 í tølum:
FSV-B68 0-0

NSÍ-TB 5-0 (2-0)
1-0: Andy Olsen
2-0: Messias Perreira
3-0: Sonni L. Petersen
4-0: Óli Hansen
5-0: Jónstein Petersen

B68-NSÍ 2-1 (0-1)
0-1: Jónstein Petersen
1-1: Súni Fríði Joensen
2-1: Jann Ingi Petersen

TB-FSV 0-5 (0-3)
0-1: Ruslan Screlea
0-2: Claoyton Soares
0-3: Bjarni Prior
0-4: Jóhannis Joensen
0-5: Clayton Soares