Í 20 minuttir hildu gestirnir tørn, tá ið FC Hoyvík tíðliga seinnapartin var aftur á Svangaskarði, har tað ikki bar til at spæla seinnapartin í gjár, tí tað var so nógvur mjørki.
Eina løtu eftir, at gestirnir høvdu pakkað saman, var tað aftur klárt, men tá var avgjørt, at tað suldi roynast aftur í dag, og tá bar tað væl til at spæla.
B68 vann 6-0. 20 ára gamli Mortan Vang vardi fyri fyrstu ferð FC Hoyvík málið, og tað var ikki fyrr enn 20 minuttir vóru farnir, at hann fyrstu ferð noyddist í meskarnar eftir bóltinum. B68 liðformaðurin Óli H. Olsen setti hol á, og tríggjar minuttir seinni økti Bárður Ó. Jensen um heimaleiðsluna til 2-0.
Toppskjúttin í næstbestu deildini Andri Benjaminsen skoraði til 3-0 seks minuttir eftir steðgin, og síðsta korterið skoraði B68 trý mál aftrat.
18 ára gamli Jákup Reinert Højgaard skoraði til 4-0 í fyrsta dystinum, eftir at hann er fluttur úr NSÍ og til B68. Hann varð skiftur inn í 67. minutti og skoraði í 74. minutti.
16 ára gamli Fríði í Túni Petersen spældi allan dystin á tamb, og tað var fyrsta málið hjá honum á besta liðnum hjá B68, tá ið hann økti til 5-0.
Í síðsta minutti staðfesti serbiski verjuspælarin Andrija Radovanovic stóra heimasigurin.
B68 er á fjórða plássi við 17 stigum. Tað eru fýra stig fram til Víking, tvey stig fram til NSÍ og eitt stig fram til HB.
Í 11. umfari skal B68 spæla grannauppgerð í Runavík, og FC Hoyvík, sum er næstaftast við fimm stigum, fær vitjan av KÍ.