Toftir – eitt blómandi vinnulív

Havnalagið á Toftum man vera tað havnalag í Føroyum, sum er mest broytt seinastu árini. Hyggja vit at myndum, sum eru tiknar fyri kreppuna fyrst í nítiárunum og samanbera tær við myndir, sum eru tiknar í dag, sæst, at vinnulívið kring havnina hevur verið fyri sera stórum broytingum – og í stórari menning

Toftir

 

Ein orsøk til hesa menning er, at tey, sum í síni tíð stóðu aftanfyri Fiskamarknað Føroya, gjørdu Toftir til miðdepil fyri landing og sølu av fiski. Umframt fiskamarknað og landingarmiðstøð, er eisini Kassamiðstøð á økinum sunnanfyri Toftagjógv, og beint norðanfyri er bygningurin hjá Snodd, har skrivstovuvirksemi og goymsla er. Síðan kemur bygningurin hjá Halduri Vang, timburmeistara, og síðan Valhalla, ið er eitt pakkivirki, sum útflytir feskan fisk. Útflutningurin av feskum fiskavørum fer fram um farleiðina hjá Fresh Link, ið hevur skrivstovu í bygninginum hjá Snodd og hevur tvær avskipingar av Toftum við farmaskipinum Silver Fjord um vikuna.

Miðskeiðis millum gamla vinnuøkið kring Toftagjógv og nýggja vinnuøkið við Rætt, kemur fiskavirkið hjá Faroe Seafood, ið er fyrrverandi Nykur. Hetta er saltfiskavirki, ið upprunaliga læt upp sum vanligt fiskavirki longu í 1969.

 

Nýtt vinnuøki

Áhugin fyri at byggja upp vinnuvirksemi í Nes kommunu hevur verið so mikið stórur seinastu árini, at kommunan hevur planerað eitt nýtt og stórt vinnuøki innanfyri Oyrarnar – ella við Rætt, tey rópa. Á hesum øki hevur fyritøkan Sea Star longu bygt sín fyrra bygning av tveimum. Í hesum bygningi er framleiðsla av betong elementum, umframt at felagið eisini hevur bilaverkstað í einum parti. Sea Star stoypti fundamentir til tveir bygningar um nøkulunda somu tíð, og ætlanin hjá felagnum var alla tíðina, at seinni bygningurin, sum er beint norðanfyri hin fyrra, skuldi verða bilaverkstaður.

Á vinnuøkinum norðanfyri gamla turkihúsið hevur byggifyritøkan KBH reist ein stóran bygning, sum er komin væl áleiðis. KBH er ein byggifyritøka, sum hevur bygt fleiri sethús og stovnar kring um í økinum.

Hugsandi er eisini, at enn ein nýggjur bygningur stingur seg upp á nýggja vinnuøkinum við Rætt áðrenn langt um líður. Tað er MJ Saltsøla, sum hevur søkt Nes kommunu og hevur fingið økið til bygging. Økið hjá Saltsøluni liggur vestanfyri bygningarnar hjá Sea Star og sambært borgarstjóranum í Nes kommunu, Símuni Johannesen, ætlar felagið at seta spakan í rættiliga skjótt. Økið vestanfyri bygningarnar hjá Sea Star er nóg stórt til bygningin hjá Saltsøluni, sigur borgarstjórin.

 

Stór skipavinna

Umframt vinnuna, sum seinastu árini er skapt á landi, er stór fiskiskipavinna í Nes kommunu.

Bygdin hevur gjøgnum mong ár verið kend sum útróðrarbygd og línubygd, men í fleiri ár hava útgerðarmenn á Toftum eisini átt og rikið trolbátar.

Aftrat hesum kemur tilknýti, sum stóru fiskiførini, Fagraberg, Høgaberg og Vesturvón, hava við Toftir um toftamannin og vinnulívsmannin, Anfinn Olsen.

Jú, á Toftum og soleiðis eisini í Nes kommunu er nógv vinnuvirksemi, sum kemur fólkinum og økinum til góðar, men so sanniliga eisini øðrum, ið starvast og virka í tí virksemi, sum er skapt.

Skúlin er júst útbygdur, so hann er vorðin nútímans við nýggjum møguleikum – ikki minst við stórari fimleikarhøll og aulu við ymiskum møguleikum.

Á Toftum er eisini eldrasambýlið Vesturskin, ið hevur pláss fyri 16 búfólkum.

Ítróttarliga er bygdin væl fyri við bæði graslíkisvølli og grasvølli umframt góðum felagshúsi.

Karmar og grundarlag undir bygdunum í kommununi er gott.