Tóku trý ólóglig prutl í Havn í gjár

Eitt av átøkunum, sum løgreglan ger, er at kanna prutl í ferðsluni

 

Tað vísti seg, at tá løgreglan seinnapartin í gjár um 17 tíðina kannaði prutl í Havn, vóru trý mál skrivað, tí prutlini ikki vóru lóglig. Løgreglan hevur eitt rullibretti við sær, so tey fáa kannað, hvussu skjótt prutlini kunnu koyra. Tað er rættiliga vanligt, at pilkað verður við prutlini, so tey koyra skjótari, enn loyvt er. Eitt prult skal ikki kunna koyra meira enn 30 kilometrar um tíman, og eitt størri prutl, sum krevur koyrikort, kann koyra 45 kilometrar um tíman.

Prutlførararnir fáa bót fyri lógarbrotið.