Seks ferðafólk lótu lív og 16 fingu skaða í sambandi við tokvanlukkuna á Stórabeltsbrúnni í morgun.
Margreta drotning er djúpt ávirkað av vanlukkuni.
– Hendan ræðuliga tokvanlukkan á Stórabletsbrúnni ávirkar meg djúpt.
– Tankar mínir og samkensla leita til tey avvarðandi og familjur teirra skaddu, sigur drotningin við heimasíðuna hjá kongshúsinum.
Í fyrstu syftu ljóðaði, at átta fólk høvdu fingið skaða í vanlukkuni. Hon hendi klokkan 07:35 á lágbrúnni á Stórabeltssambandinum.
Men løgreglan og DSB kundu seinni boða frá, at vanlukkan hevði kostað mannalív.
Snartokið var á veg ímóti Keypmannahavn. Men varð rakt av pørtum av einum mótkoyrandi góðstoki. Snartokið bremsaði síðani harðliga á brúnni. 131 ferðafólk og trý starvsfólk vóru umborð.
Á einum tíðindafundi hjá Fyns Politi klokkan 15 kundi løgreglan ikki upplýsa meira um tjóðskap ella aldur hjá teimum deyðu.
Sambært Jørgen Andersen vóru tey seks deyðu bjargað úr tokinum eftir umleið einum tíma.
Tey 16, sum fingu skaða, verða hildin at vera uttan fyri lívsvanda.
Sum úrslit av vanlukkuni er øll ferðsla um Stórabelt steðgað til í morgin. DSB vónar, at sambandið kann takast uppaftur í morginári klokkan 04.
Statens Kriseberedskab – National Operativ Stab – er farin at viðgera vanlukkuna. Tilbúgvingin verður nýtt, tá størri vanlukkur og katastrofur henda í Danmark.
Umframt drotningina hava fleiri danskir politikarar viðmerkt vanlukkuna. Millum teirra Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri.
– Heilt vanligir danir á veg til arbeiðis ella heim úr jólafrí fingu banasár. Hetta er sera syndarligt, segði Løkke í einum tíðndaskrivi.
Forkvinnan í Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, hevur skrivað soleiðis á Facebook:
– Tankar mínir og samkensla fara fyrst og fremst til familju og avvarðandi. Sum hetta er ein syndarlagur háttur at byrja nýggja árið.
Eisini forkvinnan í Fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, hevur latið frætt frá sær.
– Ein ógvuliga syndarlig byrjan upp á nýggja árið við hesi ræðuligu tokvanlukku.
– Nógvar familjur eru syndarliga raktar, og eg sendi nógvar tankar til tey avvarðandi. Stóra tøkk til øll tykkum, sum hjálpa, skrivar hon á Twitter.
/ritzau/