Tokvanlukka kravt minst 65 mannalív

Í minsta lagi 65 fólk doyðu í einari tokvanlukku har eysturi í India í nátt. Møguliga var talan um eina yvirgangsatsókn.

Indisku fjølmiðlarnir siga, at eitt ferðamannatok, sum var á veg úr Mumbai til Kolkata, fór út av jarnbreytini.

Eftir øllum at døma var tað ein spreinging, sum gjørdi, at tokið fór av breytini og stoytti saman við eitt góðstok.

-13 vognar fóru av jarnbreytini og duttu yvir á hina breytina, har góðstokið rendi á nakrar teirra, sigur ein talsmaður fyri jarnbreytarfelagið.

Fleiri tíðindastovur skriva, at talan kann vera um eina yvirgangsatsókn. Tær vísa á, at maoistiskir uppreistrarmenn eru virknir í økinum, har vanlukkan var, og at teir millum annað plaga at søkja at jarnbreytarkervinum.

Ein talsmaður fyri indisku løgregluna segði í morgun, at tað var helst ein bumba, sum fekk ferðamannatokið at fara av breytini.

Indiski forsætisráðharin, Manmohan Singh, hevur fyrr sagt, at teir maoistisku uppreistrarmenninir eru tann størsta avbjóðingin fyri trygdina í landinum.