Tollakur Djurhuus 60 ár

Tollaksmessudag, fríggjadagin 23. desember, sum er í dag, verður Jóannes Tollakur Djurhuus í Havn 60 ár. Hann hevur í mong ár arbeitt á Skúlabókagrunninum.

Tollakur, sum er uppkallaður eftir føðingardegnum, er ættaður úr Vági. Foreldrini vóru Katrina, fødd Mortenssen og ættað úr Øravík, og Johan O. Djurhuus. Tollakur vaks upp í Tippinum í Vági.
Pápin var lærari í Vági frá 1931 og fram til 1972. Tá ið hann fór úr starvi, hevði hann verið skúlastjóri síðani 1936. Katrina og Johan Djurhuus fingu tvey børn. Tollakur eigur eina systir. Hon eitur Ása Djurhuus. Hon býr eisini í Havnini og er gift við Sigmundi Poulsen.
Johan var føddur 20. juli í 1904 og doyði 17. januar í 1987. Katrina var fødd 12. mars í 1915 og doyði 15. august í 1999.
Tollakur leyk matematiskt studentsprógv í Hoydølum í 1965. Hann búði niðri í fleiri ár og arbeiddi eitt nú á Carlsberg og á skrivstovuni hjá telefonfelagnum KTAS.
Seinastu fjórðingsøldina ella so hevur hann arbeitt á Føroya Skúlabókagrunni. Tá ið hann varð settur í starv har, var hann í fleiri ár einsamallur á skrivstovuni og arbeiddi saman við nevndini, ið var mannað við lærarafólkum Nú eru tey betri mannað, og á heimasíðuni hjá grunninum verður sagt, at Tollakur er forlagsfólk. Tað vil eitt nú siga, at hann greiðir handrit til prentingar og harvið samskiftir nógv við prentsmiðjurnar. Har bøkurnar verða settar upp og prentaðar, verður tað sagt um Tollak, at hann er álítandi, nágreiniligur og hugflogsríkur.
Sum ungur var Tollakur nakrar túrar á sild við sluppunum City of Norwich og Havgásini, sum royndu við gørnum. Hetta var endin á fiskarínum eftir Norðhavssildini, sum føroyingar í nøkur ár høvdu fingið nógv burturúr. Í 1964 rokaðust teir, í 1965 var væl minni at fáa, og í 1966 bóru teir ongantíð við. Síðani er atlantisk skandinaviski sildastovnurin ongantíð rættuliga komin fyri seg aftur.
Tollakur er sera hugnaligur, fyrikomandi og sáttligur. Hann er innarlaga í samfelagsviðurskiftum, fylgir væl við í tíðindunum bæði burturi og heima, og hann er góður eygleiðari. Føroyska málið er hann ógvuliga góður við og stinnur í. Tá ið vágbingar spæla fótbólt í Gundadali, er Tollakur altíð millum áskoðararnar, og sum so mangir aðrir bygdarmenn í høvuðsstaðnum tekur hann á við B36.
Tollakur er giftur við Karini, sum er fødd Olsen og ættað úr Havnini. Tey eiga hugnaligt heim á Ovara Ternuryggi. Børnini hjá Karini og Tollaki eru Jóanna, sum er fødd í 1976, og Birgir, sum er føddur í 1979.
Føðingardagin heldur Tollakur í Sjónleikarahúsinum. Har eru øll væl komin frá klokkan 19 fríggjakvøldið. Sambandið við Sjónleikarahúsið er gamalt í familjuni hjá Karini. Pápi hennara, Jacob Olsen, vanliga nevndur Zahle, var í fleiri ár formaður í Havnar Sjónleikarafelag.J