Tom Brady skrivaði søgu

Søguliga fá stig: Tom Brady er nú einasti spælarin, ið hevur vunnið Super Bowl seks ferðir.

Í kvøld mundu flestu eygu í heiminum vera vend ímóti Mercedes-Benz Stadium í Atlanta, USA, har Super Bowl LIII (53) varð spælt ímillum New England Patriots og Los Angeles Rams. Lokala songkvinnan úr Atlanta, 74 ára gamla Gladys Knight, sang The Star-Spangled Banner áðrenn høvuðsdómarin, John Parry, bríkslaði Super Bowl LIII í gongd, sum væntandi varð sæð av nakað omanfyri 100 milliónum fólkum, og sum New England Patriots vóru lítlir favorittar at vinna.


Tað byrjaði við einum hvøkki, tá ið fimmfaldaði Super Bowl-vinnandi quarterbackurin hjá New England Patriots, Tom Brady, fyri fyrstu ferð á sínari playoffs-leið kastaði eitt interception á allarfyrsta kastinum. Rams-cornerbackurin, Cory Littleton, interceptaði, men heldur ikki Los Angeles Rams fingu nakað burturúr sínum fyrsta drive'i, og hetta skuldi vísa seg at vera rættiliga gjøgnumgangandi í fyrru helvt av dystinum.


Tey, sum høvdu væntað ein lívligan og málríkan dyst, vórðu helst vónbrotin av fyrra hálvleiki. Einans New England Patriots fann vegin til stig í fyrra hálvleiki, nevniliga við einum field goal frá kickaranum, Stephen Gostkowski, sum fyrr í dystinum annars hevði misnýtt eina field goal-roynd, men altso tryggjaði New England Patriots eina 3-0-hálvleiksleiðslu við einum 43 yards field goali. Hetta var næstlægsta stigatal í einum fyrra hálvleiki í Super Bowl-søguni. Einans Super Bowl 9 í 1975 hevði færri stig í fyrra hálvleiki, tá Pittsburgh Steelers var á odda 2-0 ímóti Minnesota Vikings)


Eftir tiltiknu sangframførsluna í halftime-show, hesaferð frá Maroon 5, helt sama gongdin fram í triðja triðingi, har serliga Los Angeles Rams hevði ilt við at fáa nakað á glið í álopspartinum, einamest vegna gott trýst frá Patriots-miðjuni og ikki minst framúr góðum coverage (uppdekking). Tó so bragdaði so dánt hjá Los Angeles Rams tá ið triði triðingur var um at vera av. Tað var kickarin, Greg Zuerlein, sum við einari kanónkúlu úr 53 yards javnaði til 3-3. Seks stig eftir tríggjar fjórðingar var samstundis metlágt í Super Bowl-høpi.


Í seinasta fjórðinginum ressaðist Tom Brady, og eftir eitt gott drive við nøkrum góðum køstum legði hann lunnar undir dystsins fyrsta touchdown, sum rookie-runningbackurin, Sony Michel, rann inn í endzone, og so var New England Patriots á odda 10-3. Los Angeles Rams var tætt við at svara aftur beinanvegin, men heldur endaði tað við at Stephon Gilmore interceptaði bóltin og setti New England Patriots í eina sera góða støðu við færri enn fimm minuttum eftir av dystinum.


Seinastu løtuna gjørdi álopið hjá New England Patriots nóg mikið til at fáa tíðina at ganga, og við góðum minutti eftir tók Stephen Gostkowski síðstu vónina frá Los Angeles Rams við aftur at senda bóltin ímillum stengurnar. Við hesum field goalinum sum krúna á verkinum vann New England Patriots dystin 13-3, og tá Rams í evstu løtu misnýtti eitt field goal, kundi New England Patriots kalla seg vinnara av Super Bowl LIII. Hetta vóru fæstu stigini í Super Bowl-søguni. Tað júst falna metið var heilt afturi frá Super Bowl VII í 1973, tá Miami Dolphins vann 14-7 á Washington Redskins.


Hetta er ikki færri enn sættu ferð, at 41 ára gamli quarterbackurin hjá New England Patriots, Tom Brady, vinnur Super Bowl. Hann er nú tann einasti í NFL-søguni, ið hevur vunnið so nógvar ringar einans sum spælari. Hann og New England Patriots hava vunnið Super Bowl í 2002, 2004, 2005, 2015, 2017 og nú í 2019.

 

Wide receiver Julian Edelman hjá New England Patriots varð eftir dystin kosin dagsins spælari (MVP). Hann loftaði fyri 141 yards.