Tom Køhlert heldur, at føroyingar eru primitivir

Brøndby venjarin, tann 61 ára gamli Tom Køhlert er undir trýsti aftaná tann tepra 1-0 sigurin ímóti B36 á Brøndby leikvøllinum. Tá dysturin var liðugur fór Køhlert ikki yvir til B36 venjaran at takka fyri dystin, sum altjóða siður annars er. Nú hevur Køhlert yvir fyri Ekstrabladet sæð seg óðan inn á dystarumtaluna, sum B36 legði út á heimasíðu sína www.b36.fo aftaná dystin. Køhlert hevur ógvuliga ilt av, at Brøndby leikarnir verða nevndir ?pylsuátarar?, og sigur Køhlert til Ekstrabladet: ?At eg viðsti, at føroyingar eru primitivir, men at teir eru so primitivir hevði eg ikki rokna við.? Sama Ekstrabladet hevur annars í samband við landsdystir millum Føroyar og Danmark givið føroyingum heiti sum: ?ægsamlere?, ?fåredrivere?, ?nathuer? og ?fiskere?. So tjakið um hvør er primitivur, ella ikki kann óivað gerast sera drúgt.