Tomislav Sivic, sum áður hevur virkað í Føroyum, ger veruliga um seg í Ungarn fyri tíðina. Í vár stóð hann við stýrisvølin, tá Kecskeméti fyri fyrstu ferð vann seg upp í fremstu ungversku deildina, og higar til hevur liðið tikið øll á bóli. Kecskeméti er eftir fyrstu 11 dystirnar á fimta plássi í kappingini við 19 stigum fyri 11 dystir. Um vikuskiftið vunnu teir 1-0 á útivølli móti REAC, sum er næst niðasta liðið í deildini.
Tíðindi