Tony Blair ongan góðan

Tony Blair stríðist av øllum alvi fyri at varðveita tann bretska ES-avslátturin, men hann stendur púra einsamallur

Sunnudagin skuldu uttanríkisráðharrarnir í ES-londunum taka støðu til spurningin um, hvussu samstarvið skal fíggjast í framtíðini. Men fundurin endaði úrslitaleysur, og sambært finska uttanríkisráðharranum, Erkki Toumioja, var fundurin púra nyttuleysur.
Trupulleikin er, at hini londini vilja skerja tann serliga avslátturin, sum Bretland hevur havt síðani 1984, og sum ger, at landið rindar umleið 30 milliardir krónur minni í ES-kassan, enn tað annars skuldi gjørt.
Bæði Jacques Chirac og Gerhard Schröder hava sagt, at lykilin til semju liggur í London, og at teir bíða eftir, at Tony Blair fer at lata upp. Hann hevur svarað, at skal Bretland missa avslátturin, má landbúnaðarstuðulin skerjast, men tað vilja Frakland og fleiri onnur lond ikki hoyra talan um.
Tony Blair stendur tí einsamallur í hesum stríðnum, og hann hevur boðað frá, at kemur tað til skarpskeringar, er Bretland til reiðar at nýta sýtingarrættin, og so fellur ES-fíggjarlógin.