Talv
Sum nakað nýtt, hava sponsku fyrireikararnir valt at býta kappingina í tvey, soleiðis at fyrstu sjey umførini skulu telvast í Morelia í Meksiko, og seinna helvt á vanliga staðnum seinastu mongu árini, í Linares í Spania.
Linares 2005 varð seinasta kapping Garry Kasparovs. Mæti russin vann í fjør saman við Veselin Topalov. Hvør veit um Kasparov ikki ger eitt comeback um nøkur ár?!
Hesir átta telvarar manna siðvondu kappingina í ár: Veselin Topalov, Peter Svidler, Levon Aronian, Peter Leko, Vassily Ivanchuk, Etienne Bacrot, Teimour Radjabov og Vallejo Pons. Allir vælkendir telvarar í heimselituni.
Viswanathan Anand valdi at takka nei til innbjóðingina, millum annað tí, at hann helt at jet-laggið, tá teir skuldi flyta seg yvir um atlantshavið til seinnu helvtina, kundi ávirka telving hansara.
Leko flúgvandi
Ungarski Peter Leko hevur tikið leiðsluna við 5 stigum av 7 møguligum. Tríggir sigrar og fýra javnleikir. Hann legði út sum eitt óløgi og hevði eftir fimm umfør fýra stig. Síðani leikti hann tveir javnleikir, m. a. móti Topalov í 7. umfari. Torført verður at steðga Leko, sum annars ikki hevur fingið góð úrslit seinastu mongu mánaðirnir.
Aronian og Svidler hava higartil givið Leko skarpasta mótstøðu. Svidler er steðgaður nakað upp eftir eina flúgvandi byrjan, men hansara fýra stig boða tó frá góðum. Aronian, sum heldur ósjónliga er vorðin partur av heimsins sterkastu telvarum, er næstfremstir við 4,5 stigum.
Tann nú 18 ára gamli Teimour Radjabov, sum luttók í 1st Tórshavn International 2000, hevur heilt presis 2700 ratingstig. Og hetta vísir hann eisini í Morelia/Linares. Hann hevur 3,5 stig, eins og Ivanchuk. Spanski Vallejo Pons byrjaði illa, men hevur nú 3 stig. Hann vann við svørtum á Topalov í 6. umfari.
Topalov hevur einans 2,5 stig. Hann hevur havt møguleikar fyri fleiri stigum, men í hesari kapping tykist næstan einki at rigga hjá honum. Topalov vann herfyri Wijk aan Zee saman við Anand, so sjálvsálitið eigur ikki at bila. Hann er ein álopssinnaður telvari, sum konstant tekur kjansir. Sum oftast gongur tað, tó ikki hvørja ferð. Men kenna vit heimsmeistaran rætt, fer hann at fáa eina góða seinnu helvt.
Støðan 7. umfar
Leko5,0
Aronian4,5
Svidler4,0
Ivanchuk3,5
Radjabov3,5
Vallejo 3,0
Topalov2,5
Bacrot2,0
Finala í Vestmanna
Komandi leygardag endar FM-liðkappingin. Allar deildirnar telva sum vant seinasta og avgerandi umfar á sama staði. Í ár verður farið til Vestmanna.
Øgiligur spenningur er í 1. deild. Vestmenningar eru hálvt stig framanfyri havnarmenn, sum vunnu FM í fjør. Vestmenningar møta kollfirðingum meðan havnarmenn taka ímóti Klaksvík 1.
Í botninum berjast fýra. Tey stríðast bæði fyri bronsumerkjunum og fyri at sleppa undan niðurflyting. Klaksvíksliðini bæði eru í størsta vanda.
Sandavágsmenn hava undan seinasta umfari tryggjað sær uppflyting í bestu deildina.