Topaz–kreppan: Hava bíðað í 11 mánaðir eftir 12,5 mió krónum

Tá undirritaði keypti Topaz, var tað sjálvsagt við góðum treysti og vón um, at hetta fór at geva nakað fyri felagið og fyri Føroyar. Tað hevur tó ikki gingið sum ætlað, og skal eg greiða stutt frá hví so er:

Arbeiðið sum er gjørt higartil umborð, er væl úr hondum greitt, og skulu ukrainarnir hava tøkk og rós fyri tað. Skipið er av Moonzund klassanum, og eru tað umleið 35 systirskip av hesum slagnum. Tey eru ofta at síggja her við Føroyar. Sera góð skip, sum kunnu fiska kring allan knøttin. So konseptið er gott.

Í februar í 2008 var so ætlan løgd um at finna nýggja fígging til Topaz. Vit hava annað skip, sum var selt til eitt statsreiðarí, og skuldi hesin peningur brúkast til at fáa nýggja fígging til Topaz, so at Føroya Banki og Realurin kundu gjaldast út - innfríast. Vit gjørdu kontrakt við statsreiðaríið, sum skuldi vera goldin tann 7. apríl 2008, tvs fyri skjótt 11 mánaðum síðani. Men har kom eingin peningur, og tað er útsett ferð eftir ferð. Havi rykt og bønað og biðið um at fáa hetta góða statsreiðarí at gjalda tað, sum teir skylda okkum nevnliga 1,9 mió. US dollar ella umleið 10,4 mió. kr. Hesum peningi hava vit nú bíðað eftir í 11 mánaðir, og hevur tað sjálvsagt drenað felagið fyri gjaldføri. Men tað ringasta sum hetta hevur ført við sær er, at tann fígging av Topaz, sum vit fingu stillað, er dottin niðurfyri, av tí at vit klára ikki at koma við tí neyðuga kontanta eginpeninginum. Nýggju lánigevaranir kravdu nevnliga meira pening í innskoti, og var alt hetta í ordan, hevði statsreiðaríið goldið okkara ágóða til tíðina. Umframt henda pening hava vit 2,1 mió kr í ágóða á øðrum stað. Tvs vit hava tilgóðar 12,5 mió kr. sum vit hava bíðað eftir nú í 11 mánaðir- uttan úrslit.

Hetta er orsøkin til, at vit ikki klára at halda okkara skyldur yvir fyri manning og øðrum kreditorum.

Síðani havi eg arbeitt við at finna fígging til Topaz aðrastaðni og havi ferðast alt Europa runt fyri at fáa loyst hesa uppgávuna. Tað var næstan komið upp á pláss, tá ið fíggjarkreppan bleiv katastrofal og heimsumfatandi í september 2008. Fíggingarstovnarnir smekkaðu kassan í og bóðu meg koma aftur eftir nýggjár, tí teir vildu líka at síggja tíðina ann. Havi so latið teimum nýggjastu tølini og vænti at hoyra frá teimum skjótt. Men hetta er ikki nakað, sum gevur okkum breyð í munnin her og nú - og tað er trupulleikin.

Vit sita tí í eini gjaldførisklemmu inntil víðari. Havi roynt alt tað sum er møguligt at loysa henda knút og vóni framvegis at hetta loysnar, men ikki er komið á mál enn.

Eri meira enn nakar annar so sera keddur av at henda støða skuldi koma í. Men kann ikki annað enn royna framhaldandi at fáa hetta loyst.

Einaferð í 1990-unum, tá ið kreppa var í Føroyum, stóðu vit og pakkaðu fisk inni á Beta í Runavík. Spurdi tá ein av arbeiðsmonnunum: »Gud viti nær í Føroyar sleppa burturúr hesari kreppuni?«.

Hann svaraði við fæstari sannføring: »Tú, føroyingar hava altíð verið eitt biðandi fólk. Henda bøn okkara man fara at vera hoyrd.«

Nakað seinni komu bæði toskur og hýsa aftur inn á føroysku grunnarnar, og framgongdin merktist um allar Føroyar beinavegin.

At so nøkur fjølmiðlafólk royna at profilera seg upp á okkara óhapp, havi eg ikki hug at gera nakrar viðmerkingar til yvirhøvur.

At enda stóra tøkk til LÍV, Føroya Banka og Realin fyri gott samstarv og hjálpsemi. Hesi trý feløgini hava víst stórt hjálpsemi og ábyrgd í hesum málinum um Topaz sum vónandi fæst upp á pláss.