Seint í gjár fór ein sakførari umborð á føroyska trolaran Topaz, har hann handaði manningini løn. Í morgin sleppa teir lóksins heim til síni kæru, eftir fleiri mánaðir umborð Dimmalætting skrivar í dag, at manningin umborð á trolaranum Topas endiliga hevur fingið sína løn.
Í mánaðir hevur manningin verið byrgd inni í skipinum, sum hevur ligið við kei í Las Palmas. Partar av tíðini við ongum provianti og heldur ongum streymi umborð.
Men í gjár kom endiliga loysn á málið, og í morgin fara teir heim. Men sambært Dimmalætting verða tveir eftir umborð, til skipið er selt á tvingsilssølu.