Toppdystur í kvinnudeildini í kvøld

KÍ og HB kvinnur bresta saman í Klaksvík

Í kvøld byrjar Betrideildin hjá kvinnum aftur, og lagt verður fyri við klassikara og toppdysti.

KÍ og HB spæla í Klaksvík í kvøld, og talan er um toppdyst millum tvey av teimum trimum liðunum, sum stríðast um FM heitið í ár.

Í løtuni er felagsliðið ÍF/Víkingur/B68 á odda í kvinnudeildini við 24 stigum fyri 11 dystir. KÍ er nummar 2 við 22 stigum fyri 10 dystir, og HB er nummar 3 við 19 stigum fyri 10 dystir. KÍ kann við sigri í kvøld leggja seg á odda í deildini, meðan HB skal hava sigur fyri at toga seg nærri toppinum.

B36 og EB/S/Skála spæla eisini dyst í kvøld. Tað eru tey bæði niðaru liðini í deildini – B36 hevur 6 stig og EBS/S hevur 4 stig fyri dystin í kvøld.

Betrideildin kvinnur í kvøld:
Kl. 18.00: B36-EBS/Skála
Kl. 19.15: KÍ-HB