Toppdystur og landsdystur í Vestmanna í kvøld

VÍF og Kyndil spæla í SMS-deildini klokkan 18.00 - Manslandsliðið spælir venjingardyst klokkan 20.00

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum ímillum SMS-deildardystinum ímillum VÍF og Kyndil í kvøld klokkan 18.00

Nummar tvey og trý í SMS-deildini hittast í kvøld í Vestmanna, tá ið VÍF tekur ímóti Kyndli. VÍF og Kyndil hava spælt FM og steypafinalur ímóti hvørjum øðrum seinastu tvey árini, og nú hittast tey fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið í SMS-deildini.

Eftir dystin verður venjingardystur ímillum manslandsliðið og eitt sonevnt FM-All-Star lið, ið er eitt úrvalslið úr Føroyum. Tann dysturin byrjar klokkan 20.00

Trýst her fyri at síggja landsliðshópin

Les niðanfyri hvat stóð at lesa um ávikavist VÍF og Kyndil í Ítrottarsosialinum mánadagin.

VÍF er á veg – Stór roynd mikukvøldið

VÍF hevði tað tungt fyrstu vikurnar. Nógvir leikarar eru givnir í mun til í fjør, og tað tóktist trupult at manna liðið, ið kom í trupulleikar í Vági í fyrsta dystinum og tapti tepurt ímóti H71 í øðrum umfari. Men síðani er batnað. Stjørnan, StÍF og Neistin góvu ikki vestmannakvinnum trupulleikar, og nú verður áhugavert at síggja hvat hvíldin merkir fyri VÍF, ið ikki hevur spælt síðani 6. oktober. Mikukvøldið bjóðar Kyndil av í Vestmanna, og tá fæst at vita um bakkarnir hjá VÍF eru í rætta lagnum. Durita C. Jojic stríddist við skaða seinast vit sóu hana á vøllinum, og tað er umráðandi at hon verður til reiðar. Saman við Agnas Olsen og Liljuni Müller hevur VÍF framvegis bestu bakk-ketuna í landinum – ein keta, ið hevur tørv á øllum trimum liðum bæði í álopi og verju.

Umráðandi vika hjá Kyndli

Um eina viku vita vit meira um Kyndil. Føroyameistararnir byrjaði kappingarárið við at hitta tey fýra niðaru liðini, og vit høvdu helst væntað at Kyndil fór at vera ósigrað áðrenn hesa vikuna. Og tað eru tær grønu sera ónøgdar við at tær ikki eru. Kyndil vann á Neistanum uttan at spíla seg út, áðrenn StÍF fekk oyrini í grønu skjótálopsmaskinuna. Tað væntaðu øll at Stjørnan eisini fór at fáa, men so var ikki. Kyndil fóru úr Klaksvík við 18-17 tapið fyri tveimum vikum síðani, og hetta skakaði helst bæði stoltleikan og favorittleiklutin hjá Føroyameistarunum. Liðið reisti seg aftur við knúsandi stórsigri á VB og nú eru oddaliðini á skránni. Eingin hevur skotið fleiri enn 18 mál ímóti Kyndli enn, so bæði VÍF mikukvøldið og H71 sunnudagin eru ávaraði um, at kyndilsverjan og Jovana Stranjanac halda fram í ár. Og sleppur Turið Arge Samuelsen í skjótálopini verða Føroyameistararnir oddalið um eina viku.

 Støðan í SMS-deildini undan dystinum í dag

Nummar

Lið

Dystir

V.m.

T.m.

Munur

Stig

1

H71

5

152

119

33

10

2

VÍF

5

147

110

37

8

3

Kyndil

4

112

67

45

6

4

Neistin

5

117

111

6

4

5

StÍF

5

109

153

-44

4

6

Stjørnan

5

110

136

-26

2

7

VB

5

103

154

-51

0

Teir, ið manna FM-All-Stars ímóti manslandsliðnum klokkan 20.00 eru hesir

Mladen Mjerimacka, VÍF
Joakim Jürs, KÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Janus Dam, H71
Anders Risdal, Kyndil
Elias á Skipagøtu, H71
Tummas Pauli Hanusarson, Kyndil
Pauli Mittún, H71
Rune Olsen, Neistin
Sakaris Sakarisson, H71
Hjalti Mohr Jakobsen Kyndil
Dánjal Ragnarsson, Neistin
Bogi Hansen, H71