Fótbóltur
Í kvøld klokkan 17 føroyska tíð eru akkurát 365 samdøgur, til komandi EM-endaspælið byrjar. Hetta verður hátíðarhildið fleiri staðni í báðum alputjóðunum, har stórar klokkur, sum telja niður til fyrsta kick-off bríkslið, verða settar ígongd.
Ein partur av hátíðarhaldinum er ein sonevndur All Star dystur, har tvey lið við kendum fótbóltsspælarum skuldu dystast á einum nýggjum innandura leikvølli í Interlaken í Eysturríki. Millum teirra, sum fingu innbjóðing at spæla við á liðnum eru mætir menn sum Michael Laudrup, John Faxe Jensen og so Jens Martin Knudsen. Føroyski málverjin við topphúgvuni, sum varð heimskendur á sinni, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í minniliga dystinum í Landskrona í 1990.
Sleppur til EM
Júst tann dysturin varð tó eisini orsøk til, at Jens Martin ongan veg slapp, tá alt skuldi gerast upp. Venjari hjá Eysturríki ta ferðina var Josef Hickersberger, sum eftir svartasta dagin í eysturríkskari fótbóltssøgu fekk sekkin. Hann er tó aftur í dag landsliðsvenjari hjá Eyusturríki, og tí skuldi hann saman við sveisiska landsliðsvenjaranum standa á odda fyri liðunum, sum skuldi spæla í Interlaken.
Og tá hann hoyrdi, at føroyska topphúgvan skuldi spæla við, segði hann bums nei. Ikki talingur um, at svartasti dagur hansara enn eina ferð skuldi rullast fram fyri almenninginum. Og tí fekk Jens Martin týsdagin at vita, at hann kortini ikki slapp upp í part í dystinum.
- Tað er nú ikki nakað, sum eg taki so øgiliga tungt. Tað vildi sjálvandi verið stuttligt at spælt ein dyst við hasum liðnum. Og ivaleyst kundi hetta enn eina ferð verið við til at sett Føroyar á altjóða fótbóltskortið. Men eg kann so bara staðfesta, at soleiðis skuldi ikki verða, sigur Jens Martin Knudsen.
Ístaðin hava hann og konan fingið gestainnbjóðing til EM-endaspælið, men enn hevði málverjin so ikki tikið støðu til, hvørt tikið verður av hesum.
Ístaðin fyri Jens Martin er Liverpool-málverjin, Jerzy Dudek, tikin út til liðið.