Fótbóltur
Teir gloyma ongan tíð Jens Martin.
Í Eysturríki fer 1-0 tapið móti Føroyum í Landskrona altíð at ríða landinum sum sonn marra. Sum tikið varð til í onkrum av mongu upptaktsbløðunum, sum vóru at fáa til EM-kappingina, so náddi Eysturríki botnin, tá tjóðarinnar stoltleiki í 1990 tapti móti heimsins vánaligasta fótbóltslandsliðið.
Tí skuldi tú kanska eisini hildið, at eysturríkar mest av øllum vilja sleppa at gloyma Jens Martin og liðfelagarnar, men nú hevur húgvan fingið sítt pláss á stórbæra Leopold Museum, har framsýningin, Moderne Kunst der Färöer Inseln, verður at síggja.
Jens Martin Knudsen var gestur í sendingini, 3. hálvleikur, á Rás2 í gjárkvøldið. Og hann helt sum vera man, at talan var um serstaka uppliving í Wien.
- Fyri einum ári síðani skuldi eg verða partur av einum all-star dysti, sum skuldi markera, at júst eitt ár var eftir til EM-endaspælið. Ta ferðina fekk eg tó kontraboð mest sum á flogvøllinum, tí Josef Hickersberger ikki vildi minnast á Landskrona-dystin, nú hann fyrireikaði liðið til EM.
- Mær varð so lovað, at konan og eg ístaðin skuldu sleppa til ein dyst í EM-endaspælinum. Og vit vóru so til staðar, tá Spania vann á Russlandi í hálvfinaluni.
- Samstundis er so hendan stóra framsýningin á Leopold savninum í Wien, og har høvdu tey spurt, um tey ikki kundu fáa húgvuna.
- Har hava tey so gjørt ein krók, har Merkið hongur á vegginum, umframt at tú kanst hyggja at dystinum í Landskrona. Bæði við føroyskum og eysturríkskum speakara, og eg skal lova fyri, at tað er munur á!
Og nógv varð annars gjørt burturúr, tá Jens Martin kom á savnið við húgvuni.
- Eg hevði mín egna chauffør, og fleiri sjónvarpsstøðir og onnur tíðindafólk vóru á staðnum. So hetta var ein heilt stuttlig uppliving. Tað var nú ikki bara fyri mína skyld, at hesi vóru á staðnum, men stuttligt var tað kortini.
Í dag er Jens Martin hjálparvenjari hjá føroyska landsliðnum, sum í heyst skal spæla móti Eysturríki. Men tað verður so uttan Josef Hickersberger, sum segði seg úr starvinum eftir EM-kappnigina. Nakað, sum Jens Martin harmast.
- Tað geri eg. Eg hevði glett meg til at hitta hann aftur, tí hann er jú tann einasti í EM-hópinum, sum eisini var við á Landskrona. So tað eri eg eitt sindur keddur um, staðfesti Jens Martin.